Fólkaflokkurin stillar 9 fólk upp til fólkatingsvalið

Øll tingfólkini hjá Fólkaflokkinum stilla upp til fólkatingsvalið

Mánadagin, 16. mars klokkan 13:00, leggur Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, valskránna til fólkatingsvalið fram. Framløgan verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni í Havn. Fundurin er almennur, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Hesum boðar Fólkaflokkurin frá í kvøld.

Umframt tey seks tingfólkini hjá Fólkaflokkinum, so stilla trý onnur fólk upp. Talan erum sjey menn og tríggjar kvinnur. 

Tey, sum stilla upp til Fólkatingsvalið, eru:

 

  • Árni Skaale
  • Astrið Breckmann
  • Bárður á Lakjuni
  • Beinir Johannesen
  • Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
  • Fía Selma Nielsen
  • Jacob Vestergaard
  • Jørgen Niclasen
  • Símun Jóannesarson Hansen