Heðin Ingi Abrahamsen staðið ph.d.

Tann 9. mars fekk Heðin Ingi Arbahamsen ph.d.-heitið, tá hann hevði vart sína ritgerð, sum eitur "Numerical nearshore model of waves and wave generated currents”.

 

- Hetta hevur høgan altjóða standard!

 

Tað var eitt av skotsmálunum, sum Heðin Ingi Abrahamsen fekk, tá hann vardi sína ph.d.-ritgerð í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn.

 

Heðin hevur nú fingið ph.d.-heitið eftir at hava tikið granskaraútbúgving við starvi hjá Firum og innskriving á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

 

Bárður A. Niclasen og Knud Simonsen, lektarar á Fróðskaparsetri Føroya, vóru høvuðsvegleiðarar, Gunnvør á Norði og Tróndur J. Kragesteen, vinnuvegleiðarar á Firum, og Øystein Patursson, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, var hjávegleiðari.

 

Í metingarnevndini vóru Karin Margretha H. Larsen, adjungeraður lektari á Fróðskaparsetri Føroya (forfólk), Lars Ganzel, lektari á NTNU, og Harry B. Bingham, professari á DTU.

 

Hetta skrivar setur.fo, og har sæst meira um evnið.