Fólkafloksmaður vil ikki hava lønarhækkan

Á skránni fyri býráðsfundin í Klaksvík í gjárkvøldið var lønarhækkan til býráðslimirnar. Tað er soleiðis, at tá fólkatalið í eini kommunu fer upp um 5.000, so kann býráðið samtykkja at hægri løn til býráðslimir og borgarstjóra.

 

Fyri hvønn einstakan býráðslim, sum ikki hevur nakran nevndarsess er hækkingin einar 1700 krónur um mánaðin, men eisini allar aðrar samsýningar, nevndarsessir, formanssessir í nevndum, varaborgarstjóra og borgarstjóralønirnar hækka eiisini.

 

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík sigur, at talan er ikki um at hækka egna løn, men at tillaga skipanina til kommunulógina.

 

Men Atli Justinussen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin er ímóti at lønirnar hækka.

 

Hoyrið samrøðuvið Atla Justinussen á Rás2 við at trýsta á pílin undir myndini.