Fólkaskúlin skal undirvísa í barnarættindum

Alt ov nógv føroysk børn vita ikki, hvørji rættindi tey hava, heldur Amnesty í Føroyum

Føroysk skúlabørn skulu hava frálæru í Barnarættindum

 

Tað heldur Amnesty í Føroyum.

 

Nú altjóða ST barnarættindadagur er í morgin, mikudagin, hevur Amnesty í Føroyum heitt á Bjørn Kalsø, landsstýrismann í skúlamálum, um at gera barnarættindasáttmálan hjá ST til ein part av lesiætlanini í fólkaskúlanum.

 

Amnesty hevur somuleiðis spurt Bjørn Kalsø um ítøkilig stig eru, ella verða tikin, fyri ganga áheitanini frá ST á møti um, at vit í Føroyum skulu gera meiri burtur úr at upplýsa børnum um barnarættindasáttmálan.

 

 

Amnesty sigur, at í 2011 vísti ST Føroyingum á, at barnarættindasáttmálin eigur at vera við í undirvísingarætlanini í øllum skúlum, og at øll, sum arbeiða við børnum, eiga javnan at fáa skeið og venjingar í barnarættindum.

 

Amnesty hevur varhugan av, at føroysk børn vita ikki nóg nógv um síni rættindi.

 

Í apríl í ár gjørdi ein starvsnæmingur hjá Amnesty í Føroyum eina lítla spurnarkanning, har 93 næmingar í 9. flokki vórðu spurdir um mannarættindi.

 

Hóast talan bara var um eina lítla vegleiðandi kanning, kom úrslitið óvart á tey í Amnesty.

 

- Tað vóru bara 47 prosent av næmingunum sum vistu, at børn hava síni egnu rættindi.

 

- Sostatt visti meira enn helminingurin ikki, at børn hava serlig rættindi staðfest í barnarættindasáttmálanum.

 

Av teimum 93 næmingunum sum vórðu spurdir, høvdu teir 41 verið til  undirvísing hjá Amnesty fyri einum-tveimum árum síðan og av teimum vistu 71 prosent, at børn hava síni egnu rættindi.