1. mai búðu 55.348 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 615 fólkum, ella 1,1 prosenti seinastu tólv mánaðirnar. Vøksturin var nærum trífalt so stórur sum í undanfarnu tólv mánaðunum, tá hann var lutfalsliga lítil. Serliga nettoflytingin hevur økt um fólkavøksturin seinasta árið.
Fólkatalið, sum fór upp um 55.000 í februar, heldur fram at vaksa og nærkast longu 55.400 fólkum. Fólkavøksturin, sum hevur verið lakur í góð tvey ár, er seinastu tíðina vaksin, og lutfalsligi vøksturin er aftur oman fyri eitt prosent eftir at hava verið um hálvt prostent í hálvttriðja ár. Myndin niðanfyri vísir gongdina mánað fyri mánað.
Størri fólkavøkstur
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð.
Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 186 fólk og einari nettoflyting á 429 fólk. Tað eru samanlagt ein fólkavøkstur ár 615 fólk — 402 fólk fleiri enn í undanfarna tíðarskeiði.
Burðaravlopið var um 30 størri enn í undanfarna tíðarskeiði, serliga tí at fleiri børn vóru fødd. Tað vóru 35 fleiri børn vóru fødd seinastu tólv mánaðirnir samanborið við teir undanfarnu tólv, tá lutfalsliga fá børn vóru fødd.
Stór broyting var í nettoflytingini, sum vaks úr 56 í undanfarna tíðarskeiði upp í 429 seinasta árið. Tilflytingin vaks, meðan fráflytingin minkaði. Tilflytingin vaks mest millum fólk í tjúgunum, eitt sindur meira millum kvinnur enn millum menn, og meir enn helvtin av bæði kvinnunum og monnunum høvdu bústaðartilknýti. Fráflytingin minkaði mest millum menn í tjúgu- og tretivuárunum, sum ikki høvdu bústaðartilknýti. Tó minkaði fráflytingin eisini nakað millum menn í tjúgunum við bústaðartilknýti.
Vaksandi nettoflyting
Trendarnir vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Trendarnir vísa, at frá ársbyrjan 2024 fram til fjørsummar var gongdin í til- og fráflytingini á nøkulunda sama stigi. Nettoflytingin var tí sera lítil. Síðani er gongdin broytt nakað. Gongdin í tilflytingini er síðan fjørsummar vaksin, meðan gongdin í fráflytingini er minkað. Gongdin i nettoflytingin er tí vaksin munandi síðan tá.
Vaksandi burðaravlop
Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum mánað fyri mánað. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Mánaðarligi trendurin vísir, at gongdin í føðitalinum er vaksin spakuliga seinastu tvey árini, meðan gongdin í deyðatalinum er við tað sama. Gongdin í burðaravlopinum er tí vaksin nakað seinastu tvey árini.
Fólkatalið í kommununum
Yvir trýss prosent av fólkavøkstrinum seinasta árið var í Tórshavnar kommunu, har tað nú búgva yvir 23.700 fólk. Næststørsti fólkavøksturin var í Runavíkar, Sjóvar, Klaksvíkar og Nes kommunu.
Aðrar kommunur við munandi fólkavøkstri vóru Eysturkommuna, har fólkatalið serliga vaks í Norðragøtu, umframt Sunda og Vestmanna kommuna.
Fólkatalið minkaði mest í Tvøroyrar kommunu, har tað minkaði eins nógv á Tvøroyri, í Trongisvági og Ørðavíkslíð.
Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. mai 2025 og 2026.
Fólkatalið í kommunum og bygdum
mai 2025 – mai 2026
| mai | munur | |||
|---|---|---|---|---|
| 2025 | 2026 | persónar | % | |
| Tilsamans | 54.733 | 55.348 | 615 | 1,1 |
| Eiðis kommuna | 768 | 770 | 2 | 0,3 |
| - Eiði | 690 | 694 | 4 | 0,6 |
| - Ljósá | 32 | 32 | 0 | 0,0 |
| - Svínáir | 46 | 44 | -2 | -4,3 |
| Eysturkommuna | 2.310 | 2.343 | 33 | 1,4 |
| - Gøtugjógv | 51 | 57 | 6 | 11,8 |
| - Leirvík | 1.062 | 1.073 | 11 | 1,0 |
| - Norðragøta | 648 | 664 | 16 | 2,5 |
| - Skálafjørður, Eysturkommuna | 5 | 5 | 0 | 0,0 |
| - Syðrugøta | 513 | 513 | 0 | 0,0 |
| - Undir Gøtueiði | 31 | 31 | 0 | 0,0 |
| Fámjins kommuna | 71 | 70 | -1 | -1,4 |
| - Fámjin | 71 | 70 | -1 | -1,4 |
| Fuglafjarðar kommuna | 1.641 | 1.638 | -3 | -0,2 |
| - Fuglafjørður | 1.631 | 1.628 | -3 | -0,2 |
| - Hellurnar | 10 | 10 | 0 | 0,0 |
| Fugloyar kommuna | 48 | 49 | 1 | 2,1 |
| - Hattarvík | 18 | 19 | 1 | 5,6 |
| - Kirkja | 30 | 30 | 0 | 0,0 |
| Hovs kommuna | 106 | 106 | 0 | 0,0 |
| - Hov | 106 | 106 | 0 | 0,0 |
| Húsavíkar kommuna | 112 | 109 | -3 | -2,7 |
| - Dalur | 38 | 37 | -1 | -2,6 |
| - Húsavík | 64 | 63 | -1 | -1,6 |
| - Skarvanes | 10 | 9 | -1 | -10,0 |
| Hvalbiar kommuna | 636 | 629 | -7 | -1,1 |
| - Hvalba | 566 | 562 | -4 | -0,7 |
| - Sandvík | 70 | 67 | -3 | -4,3 |
| Hvannasunds kommuna | 435 | 424 | -11 | -2,5 |
| - Depil | 5 | 5 | 0 | 0,0 |
| - Hvannasund | 268 | 272 | 4 | 1,5 |
| - Múli | 0 | 0 | 0 | - |
| - Norðdepil | 161 | 145 | -16 | -9,9 |
| - Norðtoftir | 1 | 2 | 1 | 100,0 |
| Klaksvíkar kommuna | 5.512 | 5.562 | 50 | 0,9 |
| - Ánirnar | 54 | 57 | 3 | 5,6 |
| - Árnafjørður | 64 | 66 | 2 | 3,1 |
| - Húsar | 42 | 41 | -1 | -2,4 |
| - Klaksvík | 5.123 | 5.173 | 50 | 1,0 |
| - Mikladalur | 26 | 26 | 0 | 0,0 |
| - Norðoyri | 150 | 147 | -3 | -2,0 |
| - Svínoy | 31 | 29 | -2 | -6,5 |
| - Syðradalur, Kalsoy | 7 | 9 | 2 | 28,6 |
| - Trøllanes | 15 | 14 | -1 | -6,7 |
| Kunoyar kommuna | 156 | 146 | -10 | -6,4 |
| - Haraldssund | 69 | 63 | -6 | -8,7 |
| - Kunoy | 87 | 83 | -4 | -4,6 |
| Kvívíkar kommuna | 613 | 601 | -12 | -2,0 |
| - Kvívík | 400 | 380 | -20 | -5,0 |
| - Leynar | 116 | 125 | 9 | 7,8 |
| - Skælingur | 13 | 13 | 0 | 0,0 |
| - Stykkið | 41 | 40 | -1 | -2,4 |
| - Válur | 43 | 43 | 0 | 0,0 |
| Nes kommuna | 1.594 | 1.638 | 44 | 2,8 |
| - Nes, Eysturoy | 367 | 377 | 10 | 2,7 |
| - Saltnes | 163 | 160 | -3 | -1,8 |
| - Toftir | 1.064 | 1.101 | 37 | 3,5 |
| Porkeris kommuna | 331 | 327 | -4 | -1,2 |
| - Porkeri | 331 | 327 | -4 | -1,2 |
| Runavíkar kommuna | 4.409 | 4.463 | 54 | 1,2 |
| - Elduvík | 12 | 12 | 0 | 0,0 |
| - Funningsfjørður | 59 | 59 | 0 | 0,0 |
| - Funningur | 44 | 41 | -3 | -6,8 |
| - Glyvrar | 478 | 476 | -2 | -0,4 |
| - Lamba | 152 | 155 | 3 | 2,0 |
| - Lambareiði | 12 | 13 | 1 | 8,3 |
| - Oyndarfjørður | 126 | 120 | -6 | -4,8 |
| - Rituvík | 350 | 345 | -5 | -1,4 |
| - Runavík | 573 | 559 | -14 | -2,4 |
| - Saltangará | 1.209 | 1.253 | 44 | 3,6 |
| - Skála | 787 | 803 | 16 | 2,0 |
| - Skálafjørður, Runavíkar kommuna | 136 | 130 | -6 | -4,4 |
| - Skipanes | 53 | 52 | -1 | -1,9 |
| - Søldarfjørður | 329 | 348 | 19 | 5,8 |
| - Æðuvík | 89 | 97 | 8 | 9,0 |
| Sands kommuna | 532 | 547 | 15 | 2,8 |
| - Sandur | 532 | 547 | 15 | 2,8 |
| Sjóvar kommuna | 1.267 | 1.320 | 53 | 4,2 |
| - Innan Glyvur | 78 | 80 | 2 | 2,6 |
| - Kolbeinagjógv | 28 | 28 | 0 | 0,0 |
| - Morskranes | 20 | 24 | 4 | 20,0 |
| - Selatrað | 41 | 37 | -4 | -9,8 |
| - Strendur | 1.100 | 1.151 | 51 | 4,6 |
| Skálavíkar kommuna | 169 | 169 | 0 | 0,0 |
| - Skálavík | 169 | 169 | 0 | 0,0 |
| Skopunar kommuna | 471 | 483 | 12 | 2,5 |
| - Skopun | 471 | 483 | 12 | 2,5 |
| Skúvoyar kommuna | 35 | 34 | -1 | -2,9 |
| - Skúgvoy | 30 | 29 | -1 | -3,3 |
| - Stóra Dímun | 5 | 5 | 0 | 0,0 |
| Sumbiar kommuna | 336 | 334 | -2 | -0,6 |
| - Akrar | 12 | 11 | -1 | -8,3 |
| - Lopra | 82 | 81 | -1 | -1,2 |
| - Sumba | 242 | 242 | 0 | 0,0 |
| - Víkarbyrgi | 0 | 0 | 0 | - |
| Sunda kommuna | 1.785 | 1.805 | 20 | 1,1 |
| - Gjógv | 18 | 21 | 3 | 16,7 |
| - Haldórsvík | 121 | 115 | -6 | -5,0 |
| - Hósvík | 320 | 325 | 5 | 1,6 |
| - Hvalvík | 251 | 251 | 0 | 0,0 |
| - Langasandur | 42 | 42 | 0 | 0,0 |
| - Nesvík | 0 | 0 | 0 | - |
| - Norðskáli | 314 | 309 | -5 | -1,6 |
| - Oyrarbakki | 152 | 163 | 11 | 7,2 |
| - Oyri | 178 | 193 | 15 | 8,4 |
| - Saksun | 12 | 13 | 1 | 8,3 |
| - Streymnes | 334 | 330 | -4 | -1,2 |
| - Tjørnuvík | 43 | 43 | 0 | 0,0 |
| Sørvágs kommuna | 1.250 | 1.259 | 9 | 0,7 |
| - Bøur | 66 | 71 | 5 | 7,6 |
| - Gásadalur | 16 | 15 | -1 | -6,3 |
| - Mykines | 12 | 13 | 1 | 8,3 |
| - Sørvágur | 1.156 | 1.160 | 4 | 0,3 |
| Tórshavnar kommuna | 23.317 | 23.708 | 391 | 1,7 |
| - Argir | 2.571 | 2.653 | 82 | 3,2 |
| - Hestur | 15 | 14 | -1 | -6,7 |
| - Hoyvík | 4.690 | 4.757 | 67 | 1,4 |
| - Hvítanes | 105 | 101 | -4 | -3,8 |
| - Kaldbak | 256 | 235 | -21 | -8,2 |
| - Kaldbaksbotnur | 7 | 7 | 0 | 0,0 |
| - Kirkjubøur | 73 | 78 | 5 | 6,8 |
| - Kollafjørður | 812 | 823 | 11 | 1,4 |
| - Koltur | 0 | 0 | 0 | - |
| - Mjørkadalur | 0 | 0 | 0 | - |
| - Norðradalur | 9 | 9 | 0 | 0,0 |
| - Nólsoy | 215 | 221 | 6 | 2,8 |
| - Oyrareingir | 38 | 39 | 1 | 2,6 |
| - Signabøur | 146 | 150 | 4 | 2,7 |
| - Sund | 1 | 1 | 0 | 0,0 |
| - Syðradalur, Streymoy | 8 | 8 | 0 | 0,0 |
| - Tórshavn | 14.112 | 14.348 | 236 | 1,7 |
| - Velbastaður | 259 | 264 | 5 | 1,9 |
| Tvøroyrar kommuna | 1.726 | 1.689 | -37 | -2,1 |
| - Froðba | 256 | 254 | -2 | -0,8 |
| - Trongisvágur | 526 | 516 | -10 | -1,9 |
| - Tvøroyri | 855 | 845 | -10 | -1,2 |
| - Ørðavík | 29 | 25 | -4 | -13,8 |
| - Ørðavíkslíð | 60 | 49 | -11 | -18,3 |
| Vága kommuna | 2.201 | 2.195 | -6 | -0,3 |
| - Miðvágur | 1.131 | 1.141 | 10 | 0,9 |
| - Sandavágur | 1.026 | 1.008 | -18 | -1,8 |
| - Vatnsoyrar | 44 | 46 | 2 | 4,5 |
| Vágs kommuna | 1.329 | 1.334 | 5 | 0,4 |
| - Vágur | 1.329 | 1.334 | 5 | 0,4 |
| Vestmanna kommuna | 1.248 | 1.264 | 16 | 1,3 |
| - Vestmanna | 1.248 | 1.264 | 16 | 1,3 |
| Viðareiðis kommuna | 325 | 332 | 7 | 2,2 |
| - Viðareiði | 325 | 332 | 7 | 2,2 |
Viðm.:
Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Kelda: Hagstova Føroya
Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.
Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.
Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.











