Fólkatingið keypir út­gerð til trygg­ar video­fund­ir við Før­oy­ar og Grønland

Tað skal bera til at hava tryggar videofundir um trúnaðarevni í ríkinum uttan at nakar skal kunna avlurta

Síðani 2019 hava fartelefonir og onnur elektronisk útgerð verið bannað, tá uttanríkispolitiska nevndin hjá Fólkatinginum hevur fund á Christiansborg. (Savnsmynd). - Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Danska Fólkatingið fer at keypa síni egnu amboð til at hava tryggar videofundir við Landstingið í Grønlandi og Løgtingið í Føroyum eftir ófriðin seinastu tíðina um heimsins størstu oyggj, sum USA vil yvirtaka, og sum hevur elvt til øsing.

 

Tað er úrslitið av einum fundi við leiðsluna í danska fólkatinginum í dag, stendur í tíðindaskrivi.

 

– Tað hevur týdning fyri nevndina at hava tryggar linjur til dátuflutning soleiðis, at óviðkomandi ikki kunnu lurta, tá nevndin heldur videofundir, sigur formaðurin í danska fólkatinginum, Søren Gade.

 

Síðani 2019 hava fartelefonir og onnur elektronisk útgerð verið bannað, tá uttanríkispolitiska nevndin hevur fund á Christiansborg. Sama ár varð eitt serliga tryggjað kamar sett upp.

 

Ótti er fyri møguligari njósning og avlurtingar, og arbeiðið hjá nevndini er undir strangari tagnarskyldu.

 

Í dag kunnu ráð og trygdarmyndugleikar útvega amboð, soleiðis at teir 17 limirnir í nevndini kunnu halda videofundir uttan at uttanhýsis kunnu fylgja við.

 

– Eg eri tí nøgdur við, at Fólkatingið í samstarvi við ráðharrastovur og trygdarmyndugleikar longu nú kann útvega hentleikar, soleiðis at nevndin trygt kann hava videofundir við partar, sum eisini kunnu taka ímóti krypteraðum dátum, sigur Søren Gade.

 

Fleiri royndir hava verið at gera telduálop móti myndugleikum og ráðum, og Russland hevur verið nevnt sum ein virkin aktørur.

 

Sameind kunnu tó eisini hava áhuga í at lurta eftir, tá til dømis Grønland verður umrøtt.

 

Í 2013 kom fram, at USA hevði lurtað telefonina hjá Angelu Merkel, samveldiskanslara, hóast USA og Týskland eru sameind lond.

 

Bakgrundin fyri tryggjaða videosambandinum er eitt bræv, sum nevndarformaðurin, Christian Friis Bach úr flokkinum Vinstra, sendi formanninum í fólkatinginum í síðstu viku.

 

Her reisti Christian Friis Bach spurningin um tryggar samskiftislinjur, sum nevndin kann nýta til ótarnað kunningarsamskifti.Grønlendski starvsfelagi hansara, formaðurin í grønlendsku uttanríkis- og trygdarpolitisku nevndini Pipaluk Lynge úr stjórnarflokkinum IA, var ónøgdur við ikki at verða boðin til ein ávísan fund í Danmark.

 

Formliga skulu slík boð fara ígjøgnum grønlendsku stjórnina og ikki koma úr fólkatinginum, men hon beindi sínar atfinningar móti Danmark.

 

Hon kallaði tað "neo-kolonialistiskt" fyri fjølmiðlunum, og vísti til, at Grønland var danskt hjáland áðrenn 1953, men nú hevur havt sjálvstýri síðani 2009.

 

 

 

/Ritzau/

 

 

 

 

 

Síðani 2019 hava fartelefonir og onnur elektronisk útgerð verið bannað, tá uttanríkispolitiska nevndin hjá Fólkatinginum hevur fund á Christiansborg. (Savnsmynd). - Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix