23 ára gamla Hanne With varð dripin nýggjársnátt í 1989/90 í íbúð síni í Fensmarksgade í Keypmannahavn Mynd: Politifoto/Ritzau Scanpix

Fongslaður fyri 34 ára gamalt morð

Rættargenetisk ættargranskin førdi til handtøku í gomlum drápsmáli. Nú er hann fongslaður

 

23 ára gamla Hanne With varð dripin nýggjársnátt í 1989/90 í íbúð síni í Fensmarksgade í Keypmannahavn Mynd: Politifoto/Ritzau Scanpix

Ein 53 ára gamal maður í Danmark er í dag varðhaldsfongslaður, skuldsettur fyri nýggjársnátt í 1990 at hava dripið 23 ára gomlu Hanne With í íbúð hennara í Keypmannahavn.

Avgerðin um fongsling er tikin eftir seks tíma langan rættarfund í býarrættinum í Keypmannahavn í dag.

Dómarin metti, at prógvini hjá ákærumyndugleikanum eru so sannførandi, at tað er nóg mikið til grundaðan illgruna um, at tann 53 ára gamli framdi morðið.

– Líkamikið um at eru fleiri enn 34 ár síðani, at Hanne With varð dripin, so sigur atlitið til rættarkensluna, at tað verður til varðhaldsfongsling, segði dómarin í grundgevingini.

 

##med2##

Tann 53 ára gamli maðurin varð handtikin á arbeiðsplássi sínum í Randers í gjár og skuldsettur fyri morðið á 23 ára gomlu prostitueraðu kvinnuna, Hanne With. Hann noktar seg sekan.

23 ára gamla Hanne With og unnusti hennara vóru farin í býin í Keypmannahavn nýggjársaftan í 1989. Framman undan hevði Hanne With ligið í seingini og sæð sjónvarpsrøðina »Falcon Crest«.

Inni í býnum – á Hovedbanegården – møttu tey einum kenningi og nøkrum vinum. Kvinnurnar gjørdu av at taka eitt sindur ar narko – við sproytu – og síðani skuldi Hanne With tjena nøkur oyr við at selja sex.

Alt hetta segði unnusti hennara fyri løgregluni í avhoyringunum, sum vóru beint eftir drápið.

Løgreglan avhoyrdi eisini tað ferðina fleiri hýruvognsførarar. Ein hevur sagt, at hann í eini síðugøtu til Strøget tók upp ein ungan mann. Maðurin vildi finna »eina horu«, sum tað stendur í 34 ára gomlu løgreglufrágreiðingini, og bilførarin koyrdi fram við Sønder Boulevard á Vesterbro í Keypmannahavn.

Har tóku teir upp í bilin eina kvinnu – helst Honnu With. Kvinnan og maðurin vórðu koyrt til Fensmarkgade, har Hanne With búði. Ein annar hýruvognsførari tók seinni ein ungan mann upp nærindis. Hann varð koyrdur til Valby Station.

Seinni um náttina koma unnustin hjá Honnu With heim. Har fann hann unnusta liggjandi í einum blóðhyli á gólvinum.

Hálsurin var skorin. Hon var stungin við einum stjørnuskrúvublað og knívi, og so var hon kvald, var niðurstøðan  í obduktiónsfrágreiðingini.

Kanningarnar hjá løgreglun førdu ikki til gjøgnumbrot. Men drápsmál firnast ongantíð. Í 2002 vórðu gjørdar nakrar DNA-greinginar av ymsum frá gerningsstaðnum, og í september í 2023 vóru gjørdar sokallaðar ættargreinskingarkanningar.

 

##med3##

Rættargenetikarar staðfestu, at DNA sporini við stórum sannlíki stava frá einum persóni, sum er bilogiskur pápi til ein persón, sum er kendur í savninum hjá løgregluni. Hesin persónurin er tann 53 ára gamli maðurin, sum nú er skuldsettur í málinum.

Maðurin sum er føddur og uppvaksin í Djursland var í 1989 til 1990 í hertænastu á einum skipi hjá sjóverjuni í Keypmannahavn. Nýggjarsaftan var hann á vertshúsinum Lades Kælder í Kattesundet – ein síðugøta til Strøget.

Hann hevur greitt frá, at hann »drakk seg skít«, og síðani fór hann aftur umborð á skipið. Men sambært ástøðinum hjá løgregluni var tað hann, sum steðgaði einum hýruvogni og tók Honnu With upp í bilin.

Í íbúðini á Nørrebro kom onkur ósemja, sum endaði við ógvusliga drápinum.

Íbúðin var merkt at at hava verið gjøgnumrótað, og ákærin segði, at kleimt inni millum ein gassmálara og veggin í íbúðini var ein lítil posi, har tað vóru 400 krónur. Tað svaraði til tann takstin, sum Hanne With tók fyri sínar kynsligu tænastur – hevur ein vinkona greitt løgregluni frá.

Ástøðið hjá Søren Harb er, at illgerðarmaðurin hevur leitiað eftir pengunum eftir at hava dripið ta 23 ára gomlu kvinnuna.

Tann 53 ára gamli skal vera varðhaldsfongslaður fyribils í 27 dagar. Síðani skal rætturin aftur meta um málið, um ákærumyndugleikin vil leingja varðhaldsfongslingina.

/ritzau/

 

23 ára gamla Hanne With varð dripin nýggjársnátt í 1989/90 í íbúð síni í Fensmarksgade í Keypmannahavn Mynd: Politifoto/Ritzau Scanpix

Brian Belling, varapolitiinspektørur, á Politigården í Keypmannahavn í dag, har tíðindafundur var um málið Mynd: Emil Nicolai Helms/Ritzau Scanpix