Fordømini talaðu fyri harðari revsing

Tá hugsað verður um fordømi, kemur langa leikbannið til HB-liðskiparan, Jóhan Troest Davidsen, ikki óvart á

HB-liðskiparin, Jóhan Troest Davidsen, sum sunnudagin sat uttanfyri við leikbannið móti ÍF, skal komandi tíðina av álvara venja seg við at sita úti millum áskoðararnir og hyggja eftir HB. Í morgun gjørdist nevniliga greitt, at hann hevur fingið heili fimm dystir leikbann afturat, soleiðis at leikbannið samanlagt verður seks dystir.

 

Les eisini: Eg havi dummað meg

 

Fyri tey flestu tykist talan eisini vera um óvanliga harða revsing. Men tá hugsað verður um fordømi, kemur langa leikbannið ikki óvart á. Sum heild eyðkennir tað fleiri lang leikbann, at revsingin er eyka hørð, tá leikarar hava gjørt seg inná dómara.

 

Fyrsta fordømi er í 2011, tá táverandi ÍF leikarin, Karl A. Løkin, eftir loknan dyst móti 07 Vestur, brúkar ljótan málburð mótvegis dómaranum, sum tann eini linjuverjin hoyrir. Karl A. Løkin var tá revsaður við fýra daga langum leikbannið.

 

Annað fordømi er í 2012, tá liðskiparin hjá Víkingi, Atli Gregersen, fær sítt seinna gula kort í uppgerð móti HB, ið endar 2-2. Atli Gregersen er so mikið ónøgdur við avgerðina hjá dómaranum, at hann tekur liðskiparabandið av arminum og tveitir tað í bringuna á dómaranum, Dagfinni Forná. Revsingin eftirfylgjandi frá FSF gav Atla Gregersen eitt leikbann á fýra dystir. Tveir dystir linari revsing enn Jóhan Troest Davidsen hevur fingið í dag.

 

Í 2014 er seinasta líknandi dømi. AB og KÍ spældu tá á Argjum. Dysturin endaði við 1-1 javnleiki, eftir at AB skoraði útjavnandi máli í seinastu løtu. KÍ leikararnir vóru í øðini eftir dystin, og vildu vera við at bólturin ikki hevði verið innanfyri, tá AB javnaði til 1-1 . Frustratiónirnar útloystu í tveimum reyðum kortum til KÍ, har Heðin á Lakjuni og Henry Heinesen vóru útvístir. Serliga støðan hjá Henry Heinesen varð hart revsað. Henry Heinesen var mettur at hava givið linjuverjanum eitt skump í bringuna, og fekk hann tí fýra dystir leikbann fyri tað.