Flogvøllur
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Flogvøllurin skal byggjast út á 1799 metrar, og terminalurin skal dagførast, soleiðis at hann hóskar til tørvin 10 til 15 ár frammi í tíðini. Kostnaðurin er mettur til 412 milliónir krónur, við umleið 26 milliónum krónum í óvissu.
Tað var tilmælið frá P/F Vága Floghavn um útbyggingina av Vága Floghavn, sum partafelagið varðar av, og hetta er sama tilmælið, sum Johan Dahl, landsstýrismaður í Vinnumálum, sum varðar av økinum, ætlar at bera í Tingið áðrenn árið er úti.
Men hetta hevur fingið tingfólk at ressast.
Fleiri røddir, seinast Poul Michelsen úr Fólkaflokkinum, Katrin Dahl-Jacobsen úr Javnaðarflokkinum og Sjúrður Skaale úr Tjóðveldi í Degi og Viku mánakvøldið, hava víst á, at ongar kanningar fyriliggja í løtuni, sum kunnu vísa á, hvar ein flogvøllur liggur best í Føroyum, men at ein kanning er á veg, sum verður løgd fram í mars ella apríl, sum gevur fleiri upplýsingar at taka støðu útfrá.
Skrumbul onga undirtøku
John Johannesen úr Javnaðarflokkinum er eitt av teimum tingfólkunum, sum eru skeptisk um uppskotið at byggja út eftir tilmælinum hjá P/F Vága Floghavn.
- Mann hevur skumpað støðutakanina um útbygging av Vága Floghavn frá sær í áratíggju, men nú stendur man í eini støðu, har tað er her og nú tað skal henda. Lat meg sláa fast, at eg haldi at hetta er samferðslutrupulleiki nummar eitt hjá okkum, og Vága Floghavn skal útbyggjast óansæð, men málið snýr seg nú um mann vil út at brúka 100 milliónirnar eyka upp á eina »forkromaða« loysn, uttan at vita nakað sum helst um, hvar ein flogvøllur liggur best í Føroyum, sigur John Johannesen.
Hann vísir á, at substansurin í málinum er tann, at inntil fleiri upplýsingar eru tøkar um, hvar frægast er at hava flogvøll í Føroyum, fyriliggja, kundi ein farið í gongd við at útbyggja flogvøllin í Vágum til 1600 metrar.
Men eitt er so at vera skeptiskur um eitt uppskot, men eitt annað er at gera nakað við tað. Hvat kann gerast fyri at steðga uppskotinum?
- Í síðsta enda er tað jú Løgtingið, sum skal samtykkja uppskotið, og tí er tað upp til tingfólkini at avgerða, um hetta verður loysnin ella um man skal bíða við at taka endaliga avgerð, sigur John Johannesen.
Sum tað ljóðar í løtuni millum tingfólk, Sosialurin hevur tosað við, er ikki undirtøka í løtuni fyri at »skrumbla« hetta ígjøgnum áðrenn árið er úti, sum onkur teirra hevur málborðið seg.
Vágar útbyggjast óansæð
Fleiri ferðir hava røddir verið frammi um, hvørt tað er rætt at brúka útvið hálva milliard krónur í Vágunum, áðrenn man veit hvar ein flogvøllur liggur best.
Av teimum 412 milliónunum, sum uppskotið er at byggja út fyri, koma 365 milliónir krónur úr Íleggingargrunninum fyri Føroyar, sum eru markaðar til at byggja flogvøllin í Vágunum fyri. Sostatt snýr tað seg um tær 60 til 100 milliónir krónurnar, sum mugu dragast úr landskassanum til at fíggja restkostnaðin.
- Spurningurin er, um tú skal gera »forkromaðu« loysnina nú, og so einki diskutera aftur í 50 ár. Men óansæð, so fer ein útbygging í gongd í Vágunum, hvørt tað verður út á 1600 metrar og fyri teir pengarnar, sum eru oyramerktir til endamálið, ella uppskotið hjá Johan Dahl, sigur John Johannesen.
Fakta á borðið áðrenn
John Johannesen sigur, at tað sum er neyðug at gera nú, er at fáa tær neyðugu upplýsingarnar á borðið, áðrenn støða verður tikin.
- Í dag standa vit í teirri støðu, at tað manglar at fáa fakkunleikan at siga, hvat ein flogvøllur liggur best. Tað má gerast áðrenn støða skal takast til útbyggingina. Tingfólkini vilja bara vita, hvat er tann besta loysnin, áðrenn tey taka støðu til, um tey skulu játta at farið verður undir hesa loysnina, sigur John Johannesen.
Er ikki lokalpolitikkur
John Johannesen er sannførdur um, at útbyggingin av Vága Floghavn hevur verið gruggað til í nógv ár av lokalpolitikki, og sigur, at ein flogvøllur er ikki lokalmál, men eitt landsmál.
- Tað snýr seg ikki um, at eg gjarna vil hava ein flogvøll so tætt upp á Havnina sum gjørligt. Tað snýr seg um at fáa at vita, hvar Føroyar sum land fáa ta bestu loysnina, og vísir tað seg sum, at tann besta loysnin er í Vágunum, so verður jú farið undir at byggja víðari út í Vágunum. Men tað er týdningarmikið at fáa tað at vita, áðrenn tú fer at byggja út fult út, sigur John Johannesen.
Verður niðurstøðan tann, at ein altjóða flogvøllur liggur best onkra aðrastaðni, enn í Vágum, er John Johannesen greiður yvir, at neyðugt er at fara inn at hyggja uppá, hvussu landið kann kompensera fyri tey størv, ið verða flutt við flogvøllinum.
- Tað eru jú nógvar familjur í Vágum, sum basera teirra gerandisdag upp á at flogvøllurin er har, og tí má man so inn at hyggja uppá at fáa nøkur størv til oynna ístaðin fyri tey, sum eru nú. Men hetta má ikki forða okkum í at byggja ein flogvøll aðrastaðni, um kanningarnar vísa, at Vágar ikki eru besta loysnin, staðfestir John Johannsen.
Nógv bendir á Glyvursnes
Upp undir løgtingsvalið í fjør var almennur fundur á Hotel Føroyum um flogvallarviðurskiftini og um týdningin av at hava ein altjóða flogvøll í Føroyum.
Tá tók eisini ein flogskipari hjá Atlantsflogi orðið og hann helt, at vit skulu ikki yvirdríva at brúka fleiri ár um at gera kanningar av turbulensi.
- Vilja tit hava nakað at vita um turbulens, skulu tit bara spyrja tyrluskipararnar, tí tað vita teir alt um, var heilsanin frá flogskiparanum til fundarfólkið.
Fyri einum ári síðani hevði Sosialurin samrøðu við roynda tyrluskiparan Bjarka Jensen, og hann helt, at skulu vit hugsa um at gera ein stóran, altjóða flogvøll í Føroyum, er tað bara ein møguleiki og tað er at gera hann í Suðurstreymoy.
Bjarki Jensen segði, at tað er tað lága, rundleitta lendið í Suðustreymoy, sum ger, at ongin turbulensur er har um leiðir.
Harafturat er Sandoyggin rættiliga fløt, samstundis sum at hon er nakað langt burtur og tí hevur hon ikki nakra serliga ávirkan á suðurendan á Streymoynni og á Nólsoynna.
- Í Suðurstreymoy er vítt til veggja. Suður og eystur í havið er púra onki fyri. Sostatt er Suðurstreymoy so langt frá fjøllum, sum tað yvirhøvur ber til at sleppa nakrastaðni í Føroyum.
Kanningin kemur í vár
Í mars ella apríl mánaði kemur ein kanning av fýra møguleikum fyri flogvølli í Føroyum, í Vágum, á Glyvursnesi, í Skorðhæddini og í Søltuvík.
Henda kanning kann geva eina ábending um, hvat er tann frægasta loysnin, og inntil tær upplýsingar eru tøkar, er lítið sannlíkt at meiriluti fæst í Løgtinginum fyri at samtykkja uppskotið hjá Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum.
Ætlanin er at leggja málið fyri Tingið í desember mánaði, tá tað helst verða hópin av øðrum málum at viðgerða í samband við Fíggjarlógina.