Á vegasøguligari ráðstevnu í Noregi í vár gjørdist Heini Olsen, verkfrøðingur, heilt hugtikin av listarligum undirhaldi, ið var partur av skránni. Talan var ikki um kór, orkestur ella instrumentalist av tí framfúsandi slagnum, heldur var tað ung kvinna, sum við sínari einfaldu ljómandi rødd rúnar -bant allar hesar garvaðu vegafrøðingar. Og tað, hon sang og kvað, vóru ikki háfloygdar operuariur ella eggjandi poppløg, men einfaldir gamlir norskir sálmar og bíbilskar vísur, menst eftir gitna norðurnorska prestin og sálmaskaldið Petter Dass og danska sálmameistaran Th. Kingo og tað uttan mikrofon ella undirspæl av nøkrum slagi.
Tá ið Heini endiliga í langari bíðirøð slapp framat at tosa við hana, bar hann upp á mál við hesa yndisligu songkvinnu um at koma til Føroya at syngja, tí hetta, sum hon kvað og sang, var týðiliga sprottið úr sama skaldsliga og tónaliga jørðildi sum tað, ið gjøgnum øldir hevur myndað føroyska sangsiðvenju.
Stutt eftir fær Heini Olsen bræv, at nú hevði hon fingið stipendium, ætlaði til Føroya at syngja, hoyra og uppliva, og í dag er so frúgvin komin flúgvandi til landið.
Songkvinnan eitur Åsne Søreide, 24 ára gomul, er vaksin upp á Tysnes í Sunhordaland, og longu á ungum aldri fór hon at syngja og kvøða gomul løg, sum omman lærdi hana. Kom sær so til Bergens at læra seg klassiskan sangteknikk, men framhaldandi var ta tað fólkamusikalska, sum hevði hennara størsta áhuga.
Åsne Søreide hevur fingið fleiri prísir, hevur vunnið sangkappingar bæði burturi og heima, og allastaðni bera bløðini henni lovorð fyri hennara undurføgru rødd.
Ikki minni navnframur er hann, sum er við á hesar konsertvitjan til Føroya. Roar Engelberg eitur maðurin, føddur og uppvaksin í Romedal í Hedmark, og ljóðføri hansara panfloytan man teljast millum tey mest upprunaligau í tónleikasøguni, hámett í tí gamla kinverjaríkinum, eisini kent um enn í heldur øðrum líki og av steini og beini í millum indianarar undan Columbusi, men hevur sítt navn eftir grikska gudin Pan.
Søgnin sigur, at hesin skógargudur gjørdist hugtikin av nymfuni Syrinx; men hon flýddi undan, og tá hann var um at ognast hana, kom annar guddómur henni til hjálpar og skapti hana um til eitt sev. Men Pan tók sevið, skar sær floytu av tí og spældi so sín longsul fram í tónum.
Kirkjuorglið byggir á slíkar fornar floytuformar, og panfloytan er tí so væl egnað í hesum serstaka samspæli við songrøddina á kirkjuligari grund. Roar Engelberg man vera úrmælingur millum panfloytistra í Norðurlondum og ikki bara tað. Á solistklassa á konservatorium í Hálandi fekk hann hægsta umdømi, sum var at fáa.
Eins og Åsne Søreide hevur R. Engelberg givið út plátur og diskar, er kendur fyri sítt spæli bæði í út- og sjónvarpi og hevur sum solistur ferðast víða um í og uttan fyri Europa.
Høvið til hetta serliga samarbeiði millum nevndu tónlistafólk er tað, at tað í ár eru 350 ár síðan »digterpresten« Petter Dass varð borin í heim. Sálmaskránna tey í hesum sambandi hava sett saman, kalla tey »Himmellengt« og hon byggir á gamlan norskan fólkatóna, »på salmer fra dypet af den norske folkesjel«, sum tey taka til. Á konsertunum spælir Åsne Søreide eisini upp á gamla ljóðførið »langeleik«, og samanumtikið gevur hendan einfalda samansetingin av songrødd og gomlum ljoðførum, men í nútíðar tónabúna hesum gomlu sálmunum ein heilt serstakan dám. Hesir sálmar bera í sær ein frið og eina tign, sum ikki eru so algongd í dag, ein longsul, sum ber móti tí æviga, ein »himmellengt«.
Petter Dass og Thomas Kingo hava í eldri tíð meira enn nakar sett dám á kirkjuligt og andaligt lív eisini í Føroyum. Tí fara »18 sangarar« úr Havnarkórinum at vera við á konsertunum hjá hesum navnframu norsku tónlistafólkunum í Føroyum. Sungin verða gomul føroysk sálmaløg, tey flestu kórsett av Karl Clausen, sum vísti føroyskum andaligum sangi slíkan áhuga og tokka. Føroyskur partur á konsertskránni verður eisini tað, at Petra Iversen fer at syngja onkran sálmin og onkra bíbilsku vísuna, so sum m.a. abbi hennara Hans Iversen plagdi at frambera tey.
Konsertirnar verða: í Miðvágs Kirkju sunnukvøldið 22. juni kl. 19.00, í Gøtu Kirkju mánakvøldið 23. juni kl. 20.00 og í Dómkirkjuni týskvøldið 24. juni kl. 19.00
Konsetvitjanin er fingin í lag við stuðli eisini frá Føroya Landsstýri og frá Konsertfelagnum.