Mikkjal Helmsdal
sjónvarpsstjóri
??????????????
Í Sosialinum og Dimmu er lesarabræv, har 8 mans spyrja um SvF fer at senda Formel 1 beinleiðis í samstarvi við TV2.
Signalið, sum SvF higartil hevur móttikið TV2 ígjøgnum, er sera svikaligt, og vit hava fleiri ferðir brent okkum av hesum, tá vit hava sett ítróttarsendingar hjá TV2 á skránna. Seinast hendi hetta, tá vit skuldu samsenda semifinalurnar og finaluna í EM í hondbólti hjá monnum. Tá til stykkis kom, var signalið so vánaligt, at tað var ógjørligt at senda tað út.
Eftir mislukkaðu EM-sendingarnar hava vit tikið ta avgerð, at vit senda ikki aftur beinleiðis frá TV2. Tí skulu hesir 8 spyrjararnir ikki rokna við at siggja Formel 1 í Sjónvarpi Føroya. Í hvussu er ikki so leingi hendan kappingin verður send á TV2.