Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Bogi Jacobsen, handar stjóranum í Formula, Fróða Magnussen, heiðursmerki sum Ársins Virki. Mynd: Álvur Haraldsen

Formula er Ársins Virki 2021

Við støði í teimum flottu fíggjarligu úrslitunum og tí denti, sum verður lagdur á sosiala og umhvørvisliga burðardygd, hevur ein samd dómsnevnd valt P/F Formula sum Ársins Virki 2021.

Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Bogi Jacobsen, handar stjóranum í Formula, Fróða Magnussen, heiðursmerki sum Ársins Virki. Mynd: Álvur Haraldsen

"It is only those who have won with integrity and care, over an extended period of time, who have become universally regarded as successful."

 

- Hesi orðini hjá kenda skotska Formul-1 kappkoyraranum, Jackie Stewart, eru serliga viðkomandi ein dag sum í dag, tá Ársins Virki 2021 skal kjósast. Tað munnu vera fá, sum eru ósamd við orðunum hjá Jackie Stewart, men tað eru øgiliga nógv ymisk boð upp á, hvussu tú kemur hartil.

 

Tað sigur dómsnevndin, sum á Vinnudegnum í dag hevur valt Formula til Ársins Virki 2021.

 

- Vegurin til tað góða úrslitið vísir seg sjáldan at vera ein bein linja. Tann vegurin kann vera líka so krókutur og skiftandi sum ein formul-1 kappkoyringarbreyt við krøppum svingum og ”bumpum” á vegnum. Tí ber heldur ikki til at gera ein frymil fyri, hvussu tú fært eina fyritøku at eydnast - og enn minni fyri, hvussu tú gerst Ársins Virki. 

 

Men, tað ber kanska til at vísa á nøkur týðandi input, sum skulu vera uppá pláss. Serliga dugnasemi, eldhugi og áræði hjá starvsfólkunum. Tá bilurin kemur koyrandi inn gjøgnum pit-lane, skal kappkoyrarin vita, at dekkini verða skift skjótt og trygt, beinanvegin hann steðgar.

 

- Tað er eisini umráðandi, at kappkoyrarin planleggur og roynir at fáa tað fullkomna yvirlitið, tí annars er skjótt, at hann fer útav, tá eitt óvæntað sving kemur á vegnum.

Men, sjálvt tá tú heldur, at planleggingin og eksekveringin er sum ætlað, er tað ikki vist, at úrslitið, sum kemur út í hinum endanum, altíð er so gott, sum tú hevði ynskt tær. Tað er ikki altíð, at tú vinnur, hóast tú heldur teg gera alt tað rætta.

 

Dómsnevndin vísir á, at hjá nøkrum fyritøkum eydnast tað tó at knekka kotuna. Tær havi sett saman eitt vælkoyrandi programm, har røttu fólkini, rætta tøknin og rætta forrætningsmodellið ganga upp í eina hægri eind. Soleiðis eisini við Ársins Virki 2021.

 

- Korona-tíðin hevur mint okkum á, hvussu umráðandi og hent tað er at hava eitt talgilt undirstøðukervi og talgildar loysnir, sum gera tað møguligt at samskifta. Eisini tá tað er tvørligt ella ikki ber til at hittast andlit til andlits. Men talgildingin av samfelagnum fevnir nógv breiðari og hevur nógv størri týdning, enn bara at kunna taka ein tveymanssjavs við ommu í Suðuroy, meðan tú sitir í sóttarhaldi í Klaksvík.

 

Dómsnevndin vísir á, at talgildar loysnir hava avgerandi týdning fyri kappingarføri og effektivitet hjá einari fyritøku - og í veruleikanum fyri vælferðina hjá øllum í føroyska samfelagnum. Tí er umráðandi, at vit hava dugnaligar føroyskar KT-fyritøkur, sum kunnu hjálpa fyritøkum og tí almenna at seta í verk talgildu loysnirnar.

 

- Ársins Virki 2021 er ein KT-fyritøka, sum hevur eitt breitt úrval av KT-tænastum og útgerð, og sum bjóðar fram fleiri ymiskar KT-loysnir. Fyritøkan umboðar bæði loysnir, sum eru mentar av fyritøkuni sjálvari og loysnir, sum eru mentar uttan fyri húsið. Loysnir verða í størstan mun seldar í Føroyum, men sølan uttanlands hevur verið veksandi seinnu árini. Serliga í norðurlondum, men eisini aðra staðni í Evropa.

 

Dómsnevndin sigur, at Formula harumframt í fleiri áratíggju saman við útlendskum tøkniveitara hevur útvegað og serviserað tøkniligar loysnir til føroysku ali- og fiskaframleiðsluna. Somuleiðis hevur hon hjálpt hesum fyritøkum í teirra útrás, tá hesar eru farnar út um landoddarnar við sínum virksemi.

 

- Seinnu árini hevur stórt fokus verið á at menna sjálvsavgreiðsluloysnir fyri borgarar og viðskiftafólk, og fyritøkan hevur bjóðað seg fram at hjálpa at menna og seta hesar í verk. Økta fokusið á privatlívið hjá KT- brúkarunum og nýggju GDPR-reglurnar hevur eisini verið eitt fokusøki hjá fyritøkuni í seinastuni.

 

Formla er ein av størstu KT-fyritøkunum í landinum við sløkum 100 starvsfólkum, ið starvast á deildum ymsastaðni í Føroyum og í Danmark. Fyritøkan hevur seinni árini havt góð fíggjarlig úrslit og hevur havt eitt veksandi eginpeningsavkast og økjandi vinningsføri.

 

Dómsnevndin vísir á, at fyritøkan hevur ein tilvitaðan sosialan profil, har hon eitt nú rættir eina hjálpandi hond til tey, sum ikki fingu alt frá byrjan. Eitt nú hevur fyritøkan samstarvað við Almannaverkið um at taka inn fólk og geva teimum arbeiðsroyndir, so hesi fáa møguleika at finna sítt pláss í samfelagnum.

 

- Formula hevur eisini havt ein týðandi leiklut í nýggju KT-breytini á Nám X, har starvsfólk hjá fyritøkuni hava undirvíst næmingunum fyrstu tvey árini, breytin hevur verið til. Harumframt hevur hon útvegað útgerð til útbúgvingina. Fyritøkan hjálpir eisini lesandi við at geva teimum praktikpláss ella geva teimum møguleika at skriva uppgávur undir lesnaðinum.

 

Lagt verður aftrat, at Formula er tilvitað um sína ávirkan á umhvørvið, og eitt nú verða tónarar og KT-útgerð, sum verður tikin niður, sent til endurnýtslu, og fyritøkan samstarvar við veitarar, sum menna grønar loysnir. Við støði í teimum flottu fíggjarligu úrslitunum og tí denti, sum verður lagdur á sosiala og umhvørvisliga burðardygd, hevur ein samd dómsnevnd valt P/F Formula sum Ársins Virki 2021.

 

##med2##

 

 

Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Bogi Jacobsen, handar stjóranum í Formula, Fróða Magnussen, heiðursmerki sum Ársins Virki. Mynd: Álvur Haraldsen

Myndin er tikin á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum seinnapartin í dag. Mynd: Álvur Haraldsen.