Formulalið í vanda fyri tvangsniðurflyting

Venjarar í Formuladeildini vátta, at teir ikki hava fingið sína løn. Hjá onkrum er talan um fleiri mánaðarlønir. Hetta kann hava við sær, at felagið verður flutt niður í niðastu deildina, tí í morgin skulu øll viðurskifti vera í lagi. – Eg havi ikki fingið mína løn, sigur Heðin Askham, fyrrverandi venjari hjá B36

Í seinasta lagi í morgin, skulu øll feløg í Formuladeildini vátta fyri Fótbóltssambandinum, at øll fíggjarlig viðurskifti viðvíkjandi leikarum við FSF-góðkendum sáttmála eru í ordan. Eisini venjararnir skulu góðkennast.

Sosialurin hevur verið í samband við Heðin Askham, Jóhan Nielsen og John Petersen, ið allir eru fyrrverandi venjarar í Formuladeildini.


B36

Sum skilst, er B36 eitt felag, sum kann fáa trupulleikar av hesum kanningunum hjá Fótbóltssambandinum.

- Eg havi ikki fingið mína løn, og eg havi ikki svarað hasum brævinum enn. Vit tosa saman í løtuni, og eg eri semjusøkjandi, sigur Heðin Askham. Sum skilst hevur hann ikki fingið løn í fleiri mánaðir.

Kristjan á Neystabø er hinvegin sannførdur um, at niðurflyting ikki kemur upp á tal hjá B36.

- Alt er í lagi. Og tá vit svara hasum frá FSF, so verður tað ongin trupulleiki, sigur formaðurin í B36. Hann leggur stóran dent á, at tað er hundrað prosent víst, at alt er komið upp á pláss í morgin.

Um Kristjan á Neystabø hevur rætt, so er ongin trupulleiki. Men verður alt ikki greitt í morgin, so skal loyvisnevndin hjá Fótbóltssambandinum avgera, hvørt B36 skal spæla i formuladeildini í 2009, ella um teir skulu hava somu lagnu, sum nógv útlendsk lið hava havt, og tískil skulu spæla ímóti B71, VB/Sumba, TB og Skála við besta liðnum komandi ár.

Men tað er greitt, at í dag eru gjaldingarnar hjá B36 ikki, sum tær áttu at verið.

- Tað var ikki árið í ár, sum skilja meg og B36. Tað hava alla tíðina verið viðurskifti í samband við kontraktina í fjør, ið eru trupulleikin, sigur Heðin Askham.


NSÍ

Eisini í Runavík eru ógreið viðurskifti viðvíkjandi sáttmálanum hjá Jóhan Nielsen.

- Eg havi ikki fingið alla lønina, men tað skal nokk fara at laga seg, sigur Jóhan Nielsen, fyrrverandi venjari hjá NSÍ. Hann vísir tó á, at lønarviðurskiftini ikki eru høvuðsorsøkin til, at hann ikki longur er venjari í felagnum, men at vantandi løn, sjálvandi minkar um hugin.

- Fyri 2008 hava allir fingið sínar lønir, sigur Andrias Lamhauge, formaður í NSÍ. Hann leggur afturat, at tað seinasta kemur upp á pláss í dag. Hann viðgongur tó, at tað eru leikarar, ið ikki hava fingið alla sína løn til tíðina.

Hinvegin er hann positivur í fíggjarligu støðuna fyri 2009.

- Vit hava spart 37 prosent av rakstrinum í felagnum. Hetta mugu vit gera fyri at koma aftur til eina sunna gongd í felagnum, tí vit høvdu eitt lítið hall í fjør, sigur formaðurin í NSÍ.


Skála

Felagið á Skála er longu flutt niður í 1.deild. Men eisini har skilst, at okkurt er áfatt viðvíkjandi lønunum.

- Eg havi ikki fingið eitt tílíkt bræv, tí sáttmálin hjá mær hevði onki við FSF at gera, sigur John Petersen. Hann vil ikki tosa um, um hann hevur fingið alla sína løn, men sigur seg skilja, at tað ikki altíð er eins lætt gjalda lønirnar til tíðina.

- Tú fært meg ikki at siga, at eg ikki havi fingið mína løn, staðfestir John Petersen, men tað vátta formaðurin í felagnum.

- Vit hava goldið hvørjum sítt, men vit eru ikki lidnir at gjalda øllum, og tað kemur upp á pláss, sigur Hans Jákup Andreasen, formaður hjá Skála. Hann leggur afturat, at tað sera trupult at reka eitt fótbóltsfelag í dag. At hetta kemur at merkja, at ongin fær løn á Skála í ár, og at miðalaldurin á leikarunum er 18 ár.


Úrslitið

Í morgin skulu øll skjølini vera í lagi. Verða tey ikki tað, so skal loyvisnevndin hjá FSF avgera, um felagið skal halda fram í formuladeildini.

- Hetta eru krøv frá UEFA. Í fjør var alt í lagið, og eg gangi útfrá, at alt kemur í rættlag í ár eisini, sigur Fríði Nielsen, varaskrivari í Fótbóltssambandinum. Hann leggur afturat, at verður tað ikki í lagið við leikarasáttmálunum í morgin, so er greitt, at liðið er í stórum vanda fyri niðurflyting. Er hinvegin talan um venjararnar, so verður tað upp til loyvisnevndina at avgera hvat hendir.

Hóast bert trý feløg eru umtalaði í hesi grein, so merkir tað ikki, at ongin annar er í vanda.