Tað hevur áður verið ein avbjóðing, at heimleys fólk eru farin inn í tómu bygningarnarn hjá gamla bakaraínum Frants Restorff og hjá Havnar Sjukrakassa í miðbýnum í Havn. Men friður hevur verið av tí seinastu tíðina, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Men í gjárkvøldið vóru boð eftir løgregluni. Umboð fyri eigaran boðaði løgregluni frá, at fólk vóru farin inn í bygningin, og tí kom løgreglan á staðið at fáa tey útaftur.
Sambært vaktleiðaranum søgdu fólkini, at tey vóru farin inn at kroka í øllum regninum. Men tað er ikki loyvt at fara inn í privatar bygningar uttan loyvi, og tað fingu tey bót fyri.
Talan var um tveir menn og tvær kvinnur, sum fóru út, tá løgreglan kom og bað tey fara á dyr. Vaktleiðarin visti ikki at siga, hvussu tey vóru komin inn, men eingin er ákærdur fyri herverk, sigur hann.
##med2##
Løgreglan hevur eisini fingið fráboðan um, at onkur nakað eftirmidnátt hevur brotið ein rút í hurðini í hjá Reyða Krossi á Bryggjubakka. Tey vita ikki, um talan bara er um herverk, ella talan hevur verið um innbrot, men tey meta ikki, at nakar hevur verið inni.
– Vit hava tryggjað biologisk spor, sum vit fara at kanna nærri, sigur vaktleiðarin.
Annars fell løgreglan fleiri fráboðanir í regninum í gjár um vatn, sum rann tvørtur um vegir. Men einki er frætt um nakra vanlukku av tí kortini.











