Forum teatur er ein leikháttur, sum brúktur verður at spæla fyri til dømis starvsfólki á stovnum o.ø. Tann, ið hevur skrivað leikin, hevur lagt ein trupulleika inn, ofta nokkso provokerandi, sum fær fólk at reagera. Áskoðarin loypur upp á pallin fyri at spæla leiklutirnar øðrvísi - soleiðis sum hann metir, at teir skulu verða spældir.
Rættindi hjá børnum á pall
Ætlanin við skeiðnum er at brúka royndirnar í sambandi við tiltak hjá Barnabata, sum verður í heyst, nevnt Tú hevur rætt, og sum snýr seg um rættindini hjá børnum.
Endamálið við verkætlanini hjá Barnabata er at gera vart við umstøður og rættindi hjá børnum í Føroyum. Hetta skal m.a. gerast við at seta gongd á eitt umfatandi arbeiði, sum í høvuðsheitinum snýr seg um at upplýsa børn í Føroyum um, hvørji rættindi tey hava.
Undirvísari á Ung í MáF-skeiðnum verður Susanne Ruthström úr Svøríki, sum dagliga undirvísir ungum í Forumteatri.
Skeið og aðalfundur
Skeiðið er fyri øll áhugað, roynd sum óroynd, sum eru millum 15 og 25 ár. Undirvíst verður frá fríggjakvøldi 21. apríl kl. 19 til sunnukvøld 23. apríl kl. 17. Gist verður á Eysturskúlanum.
Á skeiðnum verður somuleiðis aðalfundur hildin. Hann verður leygarkvøldið 22. apríl kl. 19. Tekning hjá MáF í seinasta lagi mikudagin 19. apríl á middegi.
Tey, sum vilja vita meira, kunnu venda sær til Birnu Heinesen á tlf. 222443 ella MáF, tlf. 315624, maf@maf.fo.