Skuru vann fyrru áttandapartsfinaluna í svensku steypakappingini

Liðið hjá Gyltu Djurhuus á Neystabø vann á útivølli

Savnsmynd

Gylta Djurhuus á Neystabø og liðfelagarnir í Skuru IK liggja væl fyri at vinna seg í fjórðingsfinalurnar í svensku steypakappingini.

 

Í fyrru áttandapartsfinaluni, ið var leikt á útivølli vann Skuru 24-22 á AIK Stockholm. Í steðginum var støðan javnleikur 11-11.

 

Komandi leygardag klokkan 13 hevur Skuru heimavøll í seinnu áttandapartsfinaluni.

 

Kappingin í bestu svensku hondbóltsdeildini byrjar ikki fyrrenn 3. oktober. 

 

Savnsmynd