VIDEO: Geza við góðum uppleggi til mál hjá Grimsby Town

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Grimsby Town-Fleetwood Town 2-2 (1-1)

 

 

Geza David Turi fekk aftur í dag fulla spælitíð, tá hann og liðfelagarnir í Grimsby Town á heimavølli tóku ímóti Fleetwood Town í dysti í League Two.

 

7.067 áskoðarar á Blundell Park leikvøllinum sóu Grimsby og Fleetwood leika javnt 2-2. 

 

Fleetwood legði seg á odda longu í sætta minutti. Í 37. minutti var Geza við í uppspælinum, tá Cian Doyle javnaði til 1-1 úr stuttari frástøðu. 

 

Tá 64 minuttir vóru leiktir hevði Geza eina ótrúliga góða fríspæling til Andy Cook, ið tók av og legði heimaliðið á odda 2-1. Fimm minuttir seinni javnaði Fleetwood til 2-2.

 

Grimsby hevur fimm stig fyri tríggjar dystir.

 

Týskvøldið klokkan 19.45 spælir Grimsby dyst á útivølli móti Accrington Stanley. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Grimsby Town-Fleetwood Town 2-2 (1-1):

 

##med2##