Andrias Edmundsson var liðskipari, tá Hellas Verona á útivølli móti Padova tryggjaði sær fyrsta stigið í Seriu B hetta kappingarárið.
Dysturin millum Padova og Verona endaði við javnleiki 1-1.
Tá 25 minuttir vóru leiktir var Andrias so óheppin at gera sjálvmál. Amin Sarr javnaði fyri Verona miðskeiðis í seinna hálvleiki við einum brotssparki.
Hellas Verona hevur eitt stig fyri tveir dystir.
Mikukvøldið klokkan 20 spælir Hellas Verona dyst í Coppa Italia. Tá mugu Andrias og liðfelagarnir ferðast út til Sardinia fyri at spæla móti Cagliari.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Padova-Hellas Verona 1-1 (1-0):
##med2##











