Frúgvin var best av øllum

5-mannafør gentur: Fyri fyrstu ferð nakran tíð er ein miðvágsbátur við gentum FM-vinnari og vinnari á ólavsøku

Frúgvin úr Miðvági við gentumanning er besti kappróðrarbáturin ár 2000. Stigatalvan vísti, at tær hva vunnið eins nógv, sum tríggjar aðrar manningar. Tí hevði nevndin, sum ger av, hvør skal vinna útvarpssteypið, tveir møguleikar. Annar var at kasta lut millum fýra manningar: Frúnna, Tjaldrið við dreingjamanning, Jarnbard við kvinnum og Argjabátin.

Hin møguleikin var at velja ein vinnara, tí hann hevði víst besta róðurin á ólavsøku. Tað tænir nevndini til sóma, at hon valdi seinna møguleikan, og at hon valdi genturnar á Frúnni sum bestu manningina.


Ruddiligur sigur

Ta var trongligt, tí fimtan gentumanningar vóru við í róðrinum. Tað gekk kortini væl at senda bátarnar avstað, men tá málið var knappliga hálvt rógvið, skeyt høvuðsdómarin róðurin av. Onkrir av aftaru bátunum høvdu róð saman.

Tær á Frúnni harmaðust, tí tá høvdu tær akkurát strítt seg fram á eitt trygt frysta pláss. Hvassi og Tjaldrið høvdu annars verið framvið á fyrstuetrunum.

- Men tað vísti seg ikki at bila. Tá vit fóru undir umróðurin høvdu vit eina góða kenslu av, at tað fór at bera okkum til at vinna, søgduær á Frúnni, tá tað var greitt, at tær høvdu vunnið alt, sum tað bar teimum til at vinna.

Hvassi, Tjaldrið, Ørnin, Drekin og Havfrúgvin vóru framvið í umróðrinum. Men eftir teir fyrstu 30 metrarnar var greitt, at teirra kapping bara var um næstfremsta plássið. Frúgvin var nógv fremst og nógv best.


Søguligur sigur

FM sigurin hjá nýggja 5-mannafarinum í Miðvági var tann fyrsti hjá einum gentubáti úr Miðvági nakrantíð.

Sambært okkara hagtølum var hetta eisini einasta ferðin, at ein gentubátur úr Miðvági hevur vunnið á ólavsøku. Miðvágsgentur hava annars verið við til at manna Ørnina úr Sandavági, sum hevur nógv undanfarnu árini.

Glæsiligu úrslitið hjá Frúnni gjørdu, at tað varð skipað fyri stórfingnari móttøku, tá báturin kom vestur, og tað var nú heldur ikki so undarligt.