Teir fýra, sum vóru ákærdir fyri djórapínslu í sambandi við hummaramálið, vórðu í dag fríkendir. Á miðdegi kom Føroya Rættur við úrskurðinum í málinum, og niðurstøðan er, at eingin skal revsast í málinum.
Teir ákærdu vóru Georg L. Petersen, blaðmaður, Kalmar Lindenskov, myndamaður, Marni Simonsen, eigari av hummaravirkinum í Kollafirði og ein danskur tíðindamaður.