Klaksvík
Í morgun hevur borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Ó. Jacobsen, saman við síni umsiting í býráðnum kunnað starvsfólk hjá kommununi um, hvørjar avleiðingarnar av samtyktu rakstrarskerjingunum á komandi fíggjarlóg verða.
Á býráðsfundi í Klaksvík í gjárkvøldið varð samtykt, at rakstrarútreiðslurnar hjá kommununi skulu skerjast við umleið 17 miljónum krónum í mun til tað, sum áður var ætlað fyri 2009.
Tá seinastu síðurnar í Sosialinum fóru til prenttilgerðar í dag, var fundarvirksemið í býráðsskrivstovuni í Klaksvík ikki liðugt.
Bert borgarstjórin
Sosialurin hevur skilt, at morgunin byrjaði við, at starvsfólk vórðu kunnaði um fíggjarstøðu, útlit og møguligar avleiðingar av sparingum í rakstrinum.
Tað er bara borgarstjórin, sum kann úttala seg ítøkiliga um fundarvirksemi sum er, og tað verður einki alment nýtt, fyrr enn liðugt er um 12.30-tíðina í dag.
Hetta var tað, sum vit fingu at vita frá fólki, sum hevði verið á fundi í býráðshúsunum um morgunin.
Tað, sum órógvar í umsitingini og millum arbeiðsfólk hjá Klaksvíkar kommunu, er sjálvsagt, at býráðið í gjákvøldið samtykti skerjingar í rakstri upp á einar 17 miljónir krónur í mun til upprunaligu ætlanina fyri 2009.
Hvat hetta kemur at merkja fyri umsiting og arbeiðsfólk hjá Klaksvíkar kommunu annars, visti eingin at siga okkum í morgun.
- Hetta er ein tilgongd, sum nú er farin í gongd, og hetta er ein tilgongd, sum er sambært teimum sáttmálum, sum ymisku starvsfólkini hjá kommununi hava, sigur starvsfólkið, sum Sosialurin hitti.
Meira fekst ikki at vita.
Helst uppsagnir
At fundarvirksemið í býráðshúsunum í morgun kennist ófrættakent í Klaksvík, er ikki løgið, nú fólk hjá Klaksvíkar kommunu kenna seg hótt í sínum størvum.
Væntandi er, at nøkur fólk verða søgd úr starvi, og væntandi er eisini, at umskipingar verða framdar, eins og nøkur fólk helst verða noydd at arbeiða við niðursettari tíð.
Hvussu hart samtyktu skerjingarnar koma at raka á starvsfólkasíðuni, var sum nevnt ógjørligt at fáa at vita í morgun.
Kristian E. Zachassen og Eyðgunn Samuelsen, býráðslimir í Klaksvík, søgdu seg einki vita um, hvat ítøkiliga hendir í býráðshúsunum.
- Eg veit faktiskt ógvuliga lítið, men havi skilt, at umsiting og arbeiðsfólk hjá kommununi í dag verða kunnaði um samtyktina á býráðsfundinum í gjárkvøldið.
Kristian vísir á, at eftir øllum at døma verða skerjingarnar fyri komandi ár býttar út yvir flestu økir, soleiðis at hesar – um vit kunnu siga tað so – verða rættiliga solidariskar.
- Hetta merkir, at mong økir verða rakt av skerjingum, men eingi øki so ógvusliga, sum tey annars høvdu verið, um skerjingarnar fevndu um færri økir í kommununi.
Býráðslimurin sigur seg kortini duga illa at ímynda sær, at ongar uppsagnir verða.
- Hvar hesar verða, og hvussu nógvar, tær verða, dugi eg av góðum grundum slett ikki at siga.
Somu útlit
Eyðgunn Samuelsen sigur, at hon heldur ikki veit at siga, hvørji øki verða harðast rakt av samtyktu rakstrarskerjingunum, men hon dugir heldur ikki at ímynda sær, at ongar uppsagnir verða hjá Klaksvíkar kommunu.
- Á býráðsfundinum í gjárkvøldið fingu vit at vita um eitt “notat”, sum meirilutin og umsitingin í felag helst hava gjørt, men vit fingu einki at vita um, hvat stendur í hesum notati.
Hon heldur ikki, at umrødda notat tekur støðu til júst, hvørjar lønarsparingar skulu fara fram, men væntar, at tað gevur eina ábending um, hvat fólk, sum arbeiða hjá Klaksvíkar kommunu, kunnu vænta sær.
- Vit vita ikki meira enn tað, vit hoyra uttanfyri býráðsgátt, siga Kristian E. Zachariassen og Eyðgunn Samuelsen, býráðslimir í Klaksvík.