Franska grundlógaráðið, Conseil Constitutionnel, hevur í dag ógildað bannið móti sosialum miðlum hjá børnum undir 15 árum.
Lógin varð endaliga samtykt í franska tjóðartinginum og senatinum 21. juli og skuldi koma í gildi 1. september.
Men sambært grundlógaráðnum avmarkar lógin framsagnar- og samskiftisfrælsið hjá børnum undir 15 árum í ov stóran mun. Ráðið metir, at avmarkingin ikki er hóskandi, neyðug og lutfalslig í mun til endamálið við lógini.
Franski forsetin, Emmanuel Macron, hevur verið ein av fremstu talsmonnunum fyri banninum. Endamálið hevur verið at verja børn og ung móti skaðiligum árinum frá sosialum miðlum.
Avgerðin kemur samstundis, sum fleiri lond arbeiða við líknandi aldursmørkum. Eitt nú ætlar landsstýrið at seta aldursmark fyri sosialar miðlar Føroyum. Tað segði løgmaður í ólavsøkurøðuni, uttan tó at seta tal á aldurin. Noreg ætlar at seta 16 ára aldursmark fyri sosialar miðlar, meðan fleiri onnur lond eisini hava boðað frá tiltøkum fyri at avmarka atgongdina hjá børnum.
/Ritzau/










