Vænta væl av trolfiski

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey fleiri landingar við trolfiski í næstu viku

Tvey partrolarapør eru á Íslandsrygginum. Tey fáa mest av toski og so eitt sindur av svartkalva og blálongu.

 

- Eitt par er eystanfyri og fiskar upsa og annan hvítfisk, og síðan fiskar eitt par gulllaks.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at tvey partrolarapør koma inn at landa í næstu viku.

 

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at tríggir eru á Íslandsrygginum. Teir fáa mest av toski og eitt sindur av svartkalva og blálongu, og allir koma inn at landa í næstu viku.

 

- Ein djúpvatnstrolari er eystanfyri. Teir fiska svartkalva og annan djúpvatnsfisk og koma eisini inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.

 

Um teir smáu trolbátarnar verður sagt, at tríggir eru á landleiðini, har teir fáa mest av flatfiski og nakað av toski. Ein er norðanfyri og fær mest av hýsu, toski og so nakað av flatfiski og longu.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at allir teir smáu trolbátarnir koma inn at landa í næstu viku.

 

At enda verður sagt, at tvey garnaskip eru á svartkalvaveiði. Skipini hava brúkiligan fiskiskap, og helst koma bæði inn at landa í næstu viku.