Nólsoyingar gera klárt at halda ovastevnu

Um vikuskiftið verður ovastevna í Nólsoy, og skráin er fjølbroyttari og meira umfatandi enn nakrantíð áður. Veðurvánirnar eru góðar og nólsoyingar eru til reiðar at bjóða gestum vælkomnum.

Tíðindaskriv:

 

Ovastevna verður um vikuskiftið, og fyrireikararnir hava lagt eina fjølbroytta og rúgvusmikla skrá fyri dagarnar. Stevnan er fastur táttur á summarskránni hjá nógvum føroyingum, um 4.000 stevnugestir vóru á ovastevnu í fjør. Strandferðslan ger eitt stórt arbeiði, og Ternan siglir at kalla hvønn tíma frá kl 08.00 leygarmorgun til kl. 05.30 sunnumorgun. Ferðaætlanin hjá Ternuni sæst á ssl.fo.

 

Keiin er miðdepilin á stevnuni. Tað er á keiini, stevnan verður sett, og í ár verður tað fyrrverandi borgarstjórin og tíðindamaðurin Leivur Hansen, sum ber fram røðu. Leivur var sjálvur staddur á Langelinie tá Ove Joensen kom á land har.

 

##med2##

Á keiini er matsøla, listaframsýning, útimøti, og tónleikaframførslur av ymsum slagi. Har er eisini tjaldið við tónleiki, dansi og ølsølu. Tá farið er at skýma verður felagssangur, eisini á keiini. Nógvu bátarnir, sum liggja á víkini, eru eisini við til at skapa ein serligan ovastevnudám. Hóast tað mesta fer fram á keiini, kann sigast at tað er lív í allastaðni. Tiltøkini fyri børn eru við fótbóltsvøllin á Mýrini, á nýggja spæliplássinum Leikalund, sum nólsoyingar eru farnir í holt við at byggja og á frálíka sandinum á Malarenda, har børn og vaksin kunnu vassa ella svimja. Børnini kunnu fara á barnabasar og annars spæla frítt.

 

##med3##

Í kirkjuni verða morgunsangur og ikki færri enn tríggjar kórkonsertir, umframt andakt fríggjakvøldið og guðstænastu sunnudagin. Undir Botnagarði verður kórsangur, handilin í bygdini hevur opið, heimavirkið letur dyrnar upp og forvitnisliga bygdasavnið við Brunn hevur opið. Í Royndarhúsinum er kabarett, og út á kvøldið verður dansur. Føroyskur dansur verður í Avhaldshúsinum. Hetta er bara ein partur av øllum tí tú kanst uppliva um vikuskiftið í Nólsoy, og sum skilst er heilt víst okkurt til øll.

 

##med4##

Nevndin, sum skipar fyri ovastevnuni, hevur lagt dent á, at stevnan skal vera fyri alla familjuna, og tiltøkini so vítt møguligt skulu vera ókeypis. Hetta ber millum annað til, tí flest øll fólk í Nólsoy taka lógvatak saman um at fáa hetta at bera til. Ein rúgva av sjálvbodnum eru í sving alt vikuskiftið, og her er talan um bæði stórar og smáar uppgávur.

 

##med5##

Í vikuni vóru 40 ár liðin síðan bygdahetjan Ove Joensen kom á land á Langelinie í Danmark. Hann hevði tá róð allan vegin úr Nólsoy til Danmarkar í báti sínum Dianu Victoriu. Seinastu 30 árini hava nólsoyingar hildið ovastevnu, Ova til minnis og hvørt ár gleðir bygdafólkið seg til stevnuna.

 

Ovastevnuskráin sæst á Facebook-síðuni hjá ovastevnu, á torshavn.fo og á timin.fo

 

##med6##

Sangheftið, sum verður brúkt til felagssangin verður útflýggjað beint áðrenn sangin og sæst eisini á kor.fo 

 

Vælkomin á ovastevnu!