Framtíðar almenni geirin og makrelósemja á landsfundi

Komandi leygardag hevur Sambandsflokkurin landsfund á Skúlaheiminum í Marknagili í Havn, har flokkurin millum annað fer at velja landsformann.

Á fundinum fer formaður floksins, Kaj Leo Johannesen at halda formansrøðu sína, har hann uttan iva fer at greiða frá politisku viðurskiftinum, tí hetta er fyrsti landsfundur eftir at nýggja samgongan varð skipað í november.

Umframt tað so fer Thomas Dam, formaður í Búskaparráðnum at hava eina framløgu, hann kallar »Framtíðar almenni geirin«. Eftir framløguna eru viðmerkingar og kjak á skránni.

Edmund Joensen, fólkatingsmaður, fer eisini at greiða frá arbeiðinum á Fólkatingi.

Síðsta málið á skránni áðrenn fundarsamtyktina er um makreltrætuna við ES. Umboð fyri Venstre í Danmark, Anni Matthiesen, verður við til tað framløguna.

Umboð fyri fjølmiðlar eru boðin við til fundin.