Framtíðin byrjar við einum spurningi

Oddagrein, Visindavøka: Alt fleiri fólk úti í heimi liva í økjum við oyðileggjandi vápnaðum stríði, svárari hungursneyð, avleiðingum av ógvusligum veðri, fátækradømi og øðrum álvarsligum viðurskiftum, sum forða teimum í at liva eitt trygt og virðiligt lív.

 

Vísindavøka, serblað í Sosialinum 10. september 2025:

 

Samanborið við hesi, so liva flestøll í Føroyum í einum smørholi. Tað eru tó ríkiliga álvarslig mál og viðurskifti, sum ávirka og tyngja í gerandisdegnum hjá summum. Fleiri hóttanir fyri einstaklingar og okkum øll sum samfelag síggjast alt greiðari í havsbrúnni. 

Framtíðin kemur so ella so. Vit mugu spyrja okkum sjálvi, hvussu vit ynskja at liva í framtíðini. Ikki í eini dreymaverð, men heilt ítøkiliga. 

Hvussu skulu vit liva, tá fiskurin vil ikki bíta? Hvussu skulu vit liva, tá eingin er at ansa teimum óhjálpnu? Tá prísurin á laksi er ov lágur? Tá tað oysir niður og alt lekur í eyri og seyri? Tá heilivágur ikki rínur við? Tá internetið ikki riggar? Tá tey ungu ikki vilja búgva her? Tá havstreymarnir vikna? Tá grannar ikki semjast væl? Tá almenna skuldin er hægri enn 30% av BTÚ? Tá tað ikki ber til at byggja, so øll hava tak yvir høvdið? Tá hugflogið og skapanarevnini visna?  Tá tað ikki er rúm fyri øllum? Tá inntøkan ikki røkkur til at nøkta grundleggjandi tørvirnar? Tá sláimaskinan ikki finnur eitt líkinda grasstrá at royta? Tá tey virkisfúsu og nýhugsandi missa hugin og pippið?  

Vit noyðast í felag at finna vegir fyri at skapa góðar, tryggar og virðiligar karmar fyri okkum øll. Vit mugu taka nógv størri ábyrgd av okkara samfelag. Vit kunnu ikki halda á at siga, at vit ikki klára at gera breiðar politiskar semjur um nýskipan av samfelagnum. Vit kunnu ikki siga, at tað bara eru onnur, sum mugu gjalda prísin fyri broytingar. Vit mugu í felag finna loysnir, sum hóska til okkara samfelag og sum tryggja karmarnar fyri okkum øll. 

Tað er væl skjalfest um allan heim, at gransking, menning og nýskapan eru munadygg amboð í amboðskassanum, tá tað ræður um at finna loysnir á øllum økjum. Vit mugu gagnnýta tað fólk vit hava, ríka tilfeingið, dyggu førleikarnar, vitanina og viljan, sum vit hava, til at skipa okkum eftir einum burðardyggum leisti fyri Føroyar, framleiða munadyggari og snildari og seta kós fyri framtíðina.   

Ynskir tú at vita meira um, hvat granskarar í Føroyum arbeiða við í løtuni, so skalt tú koma á Vísindavøku 2025. Her verða hópin av granskarum og øðrum starvsfólkum, sum fara at siga frá og vísa nakað av tí, sum tey arbeiða við. 

Vælkomin!

 

Annika Sølvará

Stjóri í Granskingarráðnum