Í sambandi við, at útvarpið í dag sendir dokumentarisku ljóðmyndina "Sjómaður úr Skúgvi - heiðraður sum listamálari í Kalifornia" eftir Magna Arge, endurprenta vit hesa greinina úr Sosialinum 10. mars í 2017, stutt eftir at hann andaðist:
Hans Skálagarð, sum doyði farna vikuskiftið, var víðagitin maritimur málari í USA. Hann hevur málað eina ørgrynnu av søguligum skipum hjá amerikumonnum, og hansara málningar hanga í nógvum týðandi bygningum í USA – okkurt verk skal enntá hava hingið í Hvítu húsunum
Sum unglingi leitaði Hans Skálagarð av landinum og út í heim at sigla. Hann kom ongantíð veruliga heimaftur, men búsettist í USA, har hann gjørdist kendur maritimur málari. Hann málaði umleið 5000 olju- og vatnlitismálningar av skipum, umframt at hann eisini teknaði eitt ótal av tekningum.
Tað verður sagt, at tað finnist ikki ein herflotayvirmaður, sum ikki hevur ein málning hjá Hans Skálagarð hangandi onkrastaðni, og sjálvt inni í Hvítu húsunum skal málningur hjá Hans Skálagarð hava hingið.
Farna vikuskiftið doyði Hans Skálagarð 93 ára gamal.
– Hans málaði til fyri umleið einum ári síðani, tá ið hann var blivin so sjúkur, at hann ikki orkaði at mála meira. Seinasta hálva árið var hann seingjaliggjandi og fekk røkt í heiminum, sigur Hjartvard Skálagarð, sum er beiggi Hans.
##med2##
Sigldi og varð søktur
Tíðliga í seinna heimsbardaga slapp Hans Skálagarð umvegis Ísland til USA, og hann sigldi øll krígsárini og eisini undir Koreakrígnum. Hans var fýra ferðir við skipum, sum vórðu søkt. Tá ið teir sameindu í 1944 gjørdu innrás í Normandínum var Hans við. Hann var umborð á einum skipi, sum millum annað tók hermenn upp úr sjónum.
Hans Skálagarð var við meira enn fimmti skipum í sínum 22 árum til sjós við United States Merchant Marine.
Fyrst í 1950’unum hitti Hans Skálagarð eina amerikanska kvinnu í San Francisco, og í 1955 giftust hann og Mignon Hack. Tey hildu saman alt lívið, fingu eina dóttir og áttu eisini ommu- og abbabørn og langommu- og langabbabørn. Mignon Skálagarð doyði fyri tveimum árum síðani.
##med3##
Málaði burturav
Miðskeiðis í 1960’unum legðist Hans Skálagarð upp á land og fór at mála burturav. Síðani barnaárini hevði hann teknað, og umframt at hugurin serliga var til sjógvin, dámdi honum eisini væl at mála sjógv og skip. Hans greiddi frá í samrøðu við amerikanskt blað, at hann einaferð hevði spurt mammu sína, um tað vóru aðrir málarar í familjuni, og hon hevði svarað honum »nei, tú ert tann serligi«.
Hans og Mignon í høvdu í meira enn trý áratíggju gallarí í býnum Carmel í California, har kendi sjónleikarin Clint Eastwood eitt skifti var borgarstjóri og millum kenningarnar hjá Skálagarð-hjúnunum.
Fyri sløkum tjúgu árum síðani lótu Hans og Mignon gallaríið í Carmel aftur og fluttu til familjubústaðin í Petaluma, har Hans helt fram at mála líka til fyri umleið einum ári síðani. Mignon var sera virkin og promoveraði listina hjá Hans í USA.
Hans Skálagarð gjørdist amerikumaður, og list hansara er ikki so kend í Føroyum, sum hon er í ávísum umhvørvi í USA, men hóast Hans nú er farin, liggur eitt lívsverk av málningum eftir hann, og tað kann verða, at tey við tíðini fara at vinna meira fram í Føroyum.
##med4##













