Fríði var deyður í 43 minuttir

-SOSIALIURIN Ein dagin herfyri fingu eini foreldur við Norðskála boðini, øll foreldur ræðast mest av øllum. Lítli sonur teirra var funnin lívleysur í barnagarðinum. Tey vóru í knúsi, men dagin eftir broyttist alt

 

Tað var tann 21. mars, at vanlukkan hendi. Fýra ára gamli Fríði spældi í garðinum uttan fyri barnagarðin á Oyrarbakka. Tað hevði verið nógvur kavi, og nú regnaði. Børnini spældu í kavanum, og brádliga hvarv Fríði. Annað barn segði einum av teimum vaksnu frá, at Fríði var horvin í kavanum.

Tey fóru alt fyri alt at leita, tey sóu eitt hol, og gróvu við hond til tey funnu hann lívleysan undir vatni undir kavanum. Hann var gliðin niður gjøgnum kavan og endaði í einum hyli sum var komin undir nógva kavanum, nú tað var farið at regna.

Sosialurin hevur hitt foreldrini, sum greiða frá álvarsomu støðuni:

»Fyrireikaðu okkum upp á tað ringasta

Pápin sigur, at tey sótu so hjá honum alla náttina, og allan fyrrapartin dagin eftir. 

Seinnapartin dagin eftir, tað var sama dag, sum eldri beiggin, Einar, fylti átta, komu læknarnir og søgdu, at teir fóru at gera eina roynd at vekja Fríða, greiða foreldrini, Marius Fríðálvur Joensen og Jana Madsen við Norðskála, frá. 

 

##med2##

Læknarnir søgdu teimum, at tað var ómøguligt at siga, hvussu Fríði fór at reagera. Tað kundi ganga 10 minuttir til hann vaknaði, tað kundi ganga 20 minuttir, ella tað kundi eisini taka fleiri tímar. 

– Men læknarnir fyrireikaðu okkum eisini upp á tað ringasta, og at hann slett ikki fór at vakna aftur yvirhøvur, sigur Marius.

Læknarnir søgdu eisini, at tað var eisini ómøguligt at vita, hvussu støðan annars var og um hann hevði fingið heilaskaða, ella ikki.

Teir vóru eisini klárir at leggja hann aftur í koma, vissi hann varð óróligur.

– Tað stóð øgiliga nógv á okkum, táið tey royndu at vekja hann, sigur Marius.

– Fríði hevði altíð sagt, at tá ið hann varð stórur, skuldi hann eisini sigla við Marsali.

So tá ið tíggju minuttir vóru farnir, boygdi eg meg niður yvir hann og teskaði, at nú var babba komin heim av Marsali, so nú mátti hann vakna.

– Tað var eingin reaktión og tað var tað heldur ikki 10 minuttir seinni, tá ið aftur teskaði somu orð í oyrað á honum.

– Hetta vóru ómetaliga langir minuttir, tí vit vistu ikki, hvønn veg tað bar, sigur Marius.

Hann sigur, at tá ið 25 minuttir vóru farnir, royndi hann fyri triðju ferð og tá sá hann, at lív kom í vørrina og so royndi Fríði at flyta høvdið.

– So læt hann eyguni upp og fyrsta orðið hann segði, var »Marsali«. 

Hetta var tað bera volapyk fyri læknarnar, tí teir kendu ikki skipið. Sostatt kendu teir heldur ikki orðið og tí vistu teir ikki um Fríði tosaði í ørviti. 

– Men so greiddi eg teimum frá, at tað var skipið, eg var við, og tá rættu læknarnir tumlarnar upp í loft, tí so vistu teir, at hann var klárur.

– Tað var ein rættiligur russjibanatúrur. Dagin fyri høvdu vit øll grátið av sorg, nú grótu vit av gleði. Tað var heilt óbeskrivilgt, leggur hann afturat.

Fríði varð liggjandi á sjúkrahúsinum í níggju dagar afturat, so fríggjadagin 31. mars, varð hann útskrivaður aftur.

Lesið stóru samrøðuna við foreldrini í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið. Haldara kunnu lesa blaðið á netinum á www.sos.fo

##med3##