Sumt av tí, sum kemur fram í orðaskiftinum uppundir eitt fólkatingsval, boðar samstundis frá teimum ætlanum, flokkar og fólk hava til løgtingsvalið, sum eisini verður áðrenn langt um líður.
Treyðugt so, tí ilt er at gera heilt týðuligan skilnað millum tvey val, tá tað kanska ikki eru meira enn tveir mánaðir ímillum tey.
Tær ringu royndirnar
Eitt av teimum skilagóðu gomlu orðunum sigur, at »brent barn ræðist eld«. Men tað er tó ikki altíð so.
Í 1990 vann Javnaðarflokkurin løgtingsvalið og fekk 10 tingmenn. Fólkaflokkurin hevði eisini eitt gott val og fekk 7 tingmenn. Tilsamans høvdu hesir báðir flokkar ? sum sjálvir hava útnevnt seg til teir mest høgra- og vinstrasinnaðu ? tilsamans 17 tingmenn ella meirilutan á tingi.
Teir kastaðu saman og skipaðu samgongu einsamallir. Hóast Fólkaflokkurin seinni fór burturúr, høvdu tey bæði árini saman við Fólkaflokkinum einsamøllum loypt slíkan hvøkk á veljarar Javnaðarfloksins, at hann minkaði niður í helvt á løgtingsvalinum í 1994.
Ein roynd aftrat?
Formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, hevði eina grein í Sosialinum hósdagin um tey ríkisrættarligu viðurskiftini. Hann vísti á, at um Tjóðveldisflokkurin fær 25% av atkvøðunum á komandi løgtingsvali, røkkur hetta ikki til at taka loysing við. Og um Sambandsflokkurin fær 20%, røkkur hetta heldur ikki til at varðveita núverandi støðu óbroytta.
Eftir er so, skrivar hann, »ein bólkur, sum telur eini 55-60%. Hetta er ein bólkur, sum ikki vil hava loysing, men samstundis heldur ikki, at viðurskiftini fáa loyvi at verða óbroytt. Spurningurin er so, um tað ber til at mobilisera henda meiriluta í fólkinum í einum politiskum samstarvi.«
Skula Tjóðveldisflokkurin og Sambandsflokkurin haldast uttanfyri, er ikki ringt at rokna út, hvønn Javnaðarflokkurin fríggjar til. Tað má vera Fólkaflokkin. Og røkkur tingmannatalið hjá hesum báðum flokkum ikki til at fáa meiriluta, er ætlanin at fáa ein ella fleiri av teimum smærru flokkunum aftrat.
Tað ber illa til at siga, at Javnaðarflokkurin sum brent barn ræðist eld.