Frítíðin fer til koyring við ferðafólki

- Alt summarið verður í Føroyum, sigur Jógvan Mørkøre.

Vit hava spurt nøkur fólk, um tey gleða seg til at fáa summarfrí, og hvat tey fara at brúka summarfrítíðina til.

 

Jógvan Mørkøre í Hósvík sigur, at hann gleðir seg til summarið og sigur, at summarfrítíðin fer til at koyra buss við ferðafólki.

 

Ætlanin er ikki at fara uttanlands at ferðast, so alt summarið verður í Føroyum.

 

Spurdur, hvat hann søkir mest, tá hann hevur frí – um tað er samveran, støð ella sól, er svarið stutt:

- Eg søki samveruna, sigur Jógvan Mørkøre.