Fryktandi er fyri verkfalli í næstu viku

?Vit eru nærri verkfalli nú, enn vit hava verið tær seinastu ferðirnar, vit haav samráðst, sigur Ragnar Olsen, formaður í starvsfólkafelagnum í Føroya Banka

Tey, sum hava ørindi í peningatovnunum, hjá tryggingarfeløgunum ella hjá Elektron, gera klókast í at fáa hesi ørindi avgreitt sum skjótast.

Tí hósdagin í næstu viku er fryktandi fyri at allir hesir stovnar verða stongdir í óásetta tíð.

Umframt Elektron er tað talan er um teir tríggjar sparikassarnar, Føroya Banka Tryggingarfelagið Føroya, Føroya Lívstrygging og Trygd, sum nú eru hótt av arbeiðssteðgi.

Sáttmálin ímillum tey útvið 600 fólkini á hesum stovnunum og stovnsleiðslurnar, er farin úr gildi og allar samráðingar higartil hava verið til fánýtis.

Støðan er nú so fastlæst, at starvsfólkið hevur boðað frá verkfallið fríggjadagin 4. juni, um semja ikki er fingin í lag tá.

Afturímóti hava stovnsleiðlurnar boðað frá verkbannið somu tíð, um onki er hent.

Hinvegin hava stovnsleiðslurnar boðað frá, at allir hesir átta stovnarnir verða stongdir longu hósdagin 3. juni kl. 14. um semja ikki er fingin í lag tá.

Spyrst onki burturúr semingsroyndunum, fara teir at lata aftur í góðari tíð fyri at fáa stundir at avgreiða umbidnar tænastur, áðrenn arbeiðssteðgurin tekur við.


Væntar arbeiðssteðg

Ragnar Olsen, formaðurin í starvsfólkafelagnum hjá Føroya Banka, sigur, at sum støðan er í løtuni, er tað tíverri nógv sum bendir á, at tað slepst ikki undan arbeiðssteðgi á hesum stovnunum.

Semingsstovnurin er komin upp í samráðingarnar og hann fer at hava kunnandi fund við partarnar mánadagin. Nær samráðingarfundir so verða, er óvist.

Ragnar Olsen sigur, at starvsfólkið á stovnunum miðar eftir at fáa gott 8% omaná sáttmálan tilsamans.

? Vit hava hugsað okkum, at vit skulu fáa eina beinleiðis lønarhækking uppá tað, sum prísirnir eru hækkaðir.

Tað er eitt sindur óvist, hvussu nógv prístalið er hækkað, men ein útrokning sigur áleið 2,75% um árið.

?Og tað er tann beinleiðis lønarhækkingin, vit miðja eftir í ár og næsta ár.

?Tað gevur 5,5% í tvey ár. Men so eru 2,5% eftir.

Og tað eru hesi 2,5 prosentini, sum starvsfólkið og leiðslan eru ósamd um.

Starvsfólkið vil altso hava 5,5% í lønarhækking, umframt aðrar batar sum svara til eina hækking uppá 2,5% Ragnar Olsen sigur, at stovnsleiðslurnar vilja góðtaka eina lønarhækking upp á 5,5%. Men so heldur vælvildin uppat.

? Arbeiðsgevari okkara sigur, at vilja vit hava aðrar batar í sáttmálan, enn meiri løn, ber ikki til at fáa 5,5% í lønarhækking, tí so skal hækkingin verða tilsvarandi minni.

? Hinvegin leggur starvsfólkið í bankanum stóran dent á at fáa fleiri frídagar fyri tey 2,5 prosentini, sum eru eftir av samlaða kravinum uppá 8%.

? Og vit eru ikki sinnað at slaka uppá lønarkrøvini upp á 5,5 % fyri at fáa meiri í løn.

Afturat tí hava starvsfólkini á teimum ymsu stovnunum ymisk serkrøv.

Talan er um trý feløg, sum samráðast við stovnsleiðslurnar. SFS samráðist fyri fólki í sparikassununum og Elektron, Finansforbundet samráðist fyri fólki í Føroya banka og Yrkisfelagið Trygdin fyri folkið í tryggingarfeløgunum.

Ragnar Olsen sigur, at verður verkfall, lata peningastovnarnir, tryggingarnar og Elektron aftur. Álitisfólkini hava havt fund, har tey tosaðu um at leggja eitt møguligt verkfall til rættis.

Stovnsleiðslurnar gera sína støðu greiða í tíðindaskrivi, aðrastaðni í blaðnum.