Virgar Hvidbro hevur røkt starvið sum aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, síðani Ísak Mikladal fór úr starvinum fyrr í ár, men nú skal starvið setast meira varðandi.
Aðalskrivarin hevur dagligu ábyrgdina av Fótbóltssambandinum, og sambært starvslýsingini skal aðalskrivarin hava fyrisitingarligar førleikar, hann skal hava innlit í føroyskan og altjóða fótbólt, kunnleika til KT, duga at arbeiða sjálvstøðugt, duga føroykt, norðurlendskt og enskt mál og kunna arbeiða konstruktivt saman við øðrum.
Í starvslýsingini verður eisini gjørt greitt, at starvið innber nógva ferðing uttanlands og skiftandi arbeiðstíðir.
Umsóknarfreistin til starvið er 19. juli.