Føroyameistarnir úr B36 skulu hava nýggjan venjara, eftir at Sámal Erik Hentze valdi at gevast fyrr í vikuni. Sámal Erik hevði sáttmála fyri komandi ár, men tíðin røkkur ikki til, tá tú eisini skal reka eina fyritøkur við nógvum stórum arbeiði fyri framman, eru boðini frá nú fyrrverandi vernjaranum.
Les eisini: Ársins venjari gevst
Gitingarnar eru longur farnar í gongd og sum skilst, so hevur B36 gjørt sær ein lista við venjarum, sum teir kundu hugsa sær. Tað ljóðar, at Eli Hentze er millum tey nøvnini, sum nevndini dámar best. Eli Hentze er í dag ungdómsvenjari hjá Fótbóltssambandinum og hevur fyrr verið settur í samband við millum annað AB.
Av øðrum kunnu nevnast Eyðun Klakstein, Kári Reynheim og John Petersen. Serliga John Petersen er eitt upplagt boð, men tað ljóðar, at hann ikki er áhugaður í einum slíkum starvi í løtuni.
Eitt annað navn, sum hevur verið uppi at vent er Krzysztof Popczynski, sum hevur vunnið FM við VB og HB í føroyskum fótbólti. Navnið á póllendinginum kemur javnan upp at venda, men sum skilst so er tað serliga fíggjarligar forðingar, sum gera at hann ikki er venjari í føroyskum fótbólti. Hann er høgt í metum millum føroyskar fótbóltsspælarar.
Bill M. Jacobsen og Jógvan Martin Olsen eru eisini venjarar við bæði royndum í føroyskum og landsliðsfótbólti, meðan Albert Ellefsen fyrr hevur verið settur í samband við B36.
Tað ljóðar til, at B36 ikki eru komnir á mál við at seta endaligt navn á venjararn, sum felagið ynskir at seta seg í samband við. Eitt boð kundi eisini verið Jákup á Borg, men hann hevur ikki lokið A-prógvið enn. Eitt upplagt boð til um nøkur ár tó.