Komandi ár verður næstbesta liðið hjá FS Vágum í 4. deild. Hetta gjørdist greitt mikukvøldið. Tá var FSV í Klaksvík og spældi seinna dystin um eitt pláss í 3. deild. Klaksvíkingar høvdu frammanundan vunnið 4?3 í Vágum. Og so hjálpti tað einki, at FSV megnaði at vinna 2?1 í Klaksvík. Liðini stóðu jøvn í stigum og málum. Reglurnar um upp? og niðurflytingardystum siga, at í sovornum førum er avgerandi, hvat liðið hevur skorað fleiri mál á útivølli.
Niðurflytingin boðar frá, at tað hevur gingið skjótt skeiva vegin við fótbóltinum í Vágum. Í 1995 var FSV fyri fyrstu ferð í 1. deild. Umframt at hava lið í bestu deildini, so hevði FSV í 1995 eitt lið í 2. deild.
Sørvingar vóru ikki við í FSV fyrstu árini. Besta liðið hjá sørvingum var í 2. deild í 1995. Tað vil við øðrum orðum siga, at í 1995 høvdu Vágarnar eitt lið í 1. deild og tey lið í 2. deild. Í 2001 verður eitt vágalið í 1. deild og einki í 2. ella 3. deild.
KÍ endaði aftast í 3. deild í ár og flutti tíski beinleiðis niður. GÍ vann 4. deild og flutti beinleiðis upp í 3. deild. Í finaluni vann GÍ á KÍ. Liðið hjá KÍ í 4. deild kvalifiseraði seg at spæla ímóti næstaftasta liðnum í 3. deild. Tað var FS Vágar.
Sambært Norðlýsið ætla teir, sum í ár hava mannað 4. deildarliðið hjá KÍ, sær ikki at spæla í 3. deild komandi ár.
3. deild spælir vanliga klokkan 17 sunnudag. Tað líkar familjumonnum nógv betri at spæla leygardagar enn sunnudagar seinnapart. Tí fara 4. deildarspælararnir hjá KÍ í ár at halda fram í 4. deild. Spurningurin er so, um klaksvíkingar komandi ár fara at fáa skil á 3. deildarliðnum, sum teir tey seinnu árini meiri ella minni hava verið í neyð av.
jh
30. september
FSVágar?KÍ 3?4 (1?2)
1?0: Jach Johansen 15.
1?1: Kristian Suni Høgnesen 25
1?2: Hans Michael Christiansen 30.
1?3: Kristian Andreasen 55.
2?3: Hilmar Hansen 73.
2?4: Jonhard Høgnesen 77.
3?4: Herning Simonsen 86.
11. oktober
KÍ?FS Vágar 1?2 (1?0)
1?0: Karl Marius Poulsen 30.
1?1: Andreas Jensen 70.
1?2: Hilmar Hansen 75.