Liðið hjá Sveini Olafssyni er úti av kappingini

Afturelding tapti triðju fjórðingsfinaluna

Mynd: handkastid.is

Bert eitt føroyingalið rakk hálvfinalunum í endaspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini, og tað er liðið hjá Bjarna í Selvindi og Allani Norðberg, Valur.

 

Fyrr í kvøld ruku Sveinur Olafsson og liðfelagarnir í Afturelding úr kappingini. 

 

Afturelding tapti á útivølli greitt 24-32 fyri Haukum í triðju fjórðingsfinaluni. Í steðginum var heimaliðið á odda 15-13. Sostatt vunnu Haukar ein samlaðan 2-1 fjórðingsfinalusigur.

 

Annað páskakvøld klokkan 20 spælir Valur fyrstu hálvfinaluna á heimavølli móti gamla liðnum hjá Allani Norðberg, KA. 

 

Eisini í hálvfinalunum verður spælt best av trimum. Um talan verður um tríggjar dystir fær Valur tveir dystir á heimavølli.

 

Hin hálvfinaluuppgerðin verður ein grannauppgerð á Hafnarfirði millum Haukar og FH. 

 

 

 

Mynd: handkastid.is