Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, vitjar Ungarn og hittir Viktor Orbán, forsætisráðharra, 7. til 8. apríl.
Tað boðaðu Hvítu Húsini frá hósdagin.
Vitjanin verður sostatt bert fáar dagar áðrenn Ungarn hevur tjóðartingsval 12. apríl.
Eftir ætlan skal Vance tosa um ”ríka samstarvið millum USA og Ungarn”, boða Hvítu Húsini frá, sambært tíðindastovuni AFP.
Upp undir valið hevur ungarski leiðarin eisini fleiri ferðir fingið munnligan stuðul frá amerikanska forsetanum, Donald Trump.
Komandi valið sær út til at vera torførasta avbjóðingin hjá Orbán, síðani hann kom til valdið í 2010.
Í nýggjastu meiningakanningunum tykjast Orbán og hansara nationalkonservativi flokkur, Fidesz, at vera næststørsti flokkur á valinum eftir miðhøgraflokkin Tisza.
Í veljarakanning, sum varð almannakunngjørd hósdagin, hevur Fidesz 35 prosent av atkvøðunum, meðan Tisza við Peter Magyar á odda hevur 41 prosent.
Veljarakanningarnar vísa tó eisini, at næstan fjórði hvør veljari enn ikki hevur tikið støðu til, hvønn flokk tey velja.
Eins og Trump er Orbán eisini kritiskur móti tilflytarum og tilflyting.
Hann er ein maður við einum virðispolitikki, sum líkist tí hjá Trump, eisini tá tað kemur til kyn, seksualitet og mótstøðu móti øllum tí, sum er "woke".
Orbán hevur heldur ikki dult stuðul sín til Trump og eldhuga sín fyri amerikanska forsetanum.
Ungarski leiðarin hevur enntá meldað seg til sokallaða friðarráðið hjá Trump, sum atfinnarar síggja sum roynd hjá Trump at skapa ein kappingarneyta til ST-trygdarráðið.
Orbán hevur eisini elvt til nakað av irritatión millum starvsfelagar sínar í hinum ES-londunum, tí hann fleiri ferðir hevur forðað fyri framhaldandi stuðli til Ukraina. Hann hevur gott samband við russiska forsetan, Vladimir Putin.
Aftur í 2016 var Orbán fyrsti evropeiski leiðarin, sum stuðlaði Trump sum forsetavalevni.
/Ritzau/











