Annika og Eina Waag eru fjórða og triðja ættarlið á Føroya Bjór. Myndir: Álvur Haraldsen

Fýra ættarlið hava bryggjað føroyska vinnusøgu

Í 138 ár hevur Føroya Bjór staðið í hjartanum av Klaksvík – frá fyrstu ølbryggingini í einum kjallara til føroyskt whisky við altjóða viðurkenning. Nú skal fjórða ættarliðið finna javnvágina millum stoltu siðvenjuna og framtíðina.

Annika og Eina Waag eru fjórða og triðja ættarlið á Føroya Bjór. Myndir: Álvur Haraldsen

Síðani fyrsta ølið varð bryggjað í einum kjallara í Klaksvík í 1888, hevur Føroya Bjór verið partur av føroyskum gerandisdegi. Veðrurin á fløskunum er vorðin eitt av kendastu føroysku búmerkjunum, men aftan fyri hann er ein søga um familju, dirvi og eina fyritøku, sum ferð eftir ferð hevur lagað seg eftir broyttum tíðum.

 

Í dag er fjórða ættarliðið komið inn í familjufyritøkuna. Annika Waag stendur saman við hinum við einari serligari avbjóðing: Hvussu varðveitir tú tað, sum føroyingar hava kent í fleiri enn 138 ár, samstundis sum tú skalt menna nýggjar vørur og finna nýggjar marknaðir?

 

Í høvuðssøguni í Sosialinum hesaferð fylgja vit Føroya Bjór frá fyrstu ølbryggingini hjá Símuni í Vági til nútímans bryggjaríið og distillaríið í Klaksvík, har føroyskt whisky nú eisini verður framleitt.

 

Søgan snýr seg um nógv meira enn øl. Hon snýr seg um rúsdrekkabann, treiskni, fýra ættarlið og ein gamlan dreym um føroyskt whisky, sum í fleiri áratíggju ikki kundi gerast veruleiki.

 

Vit hitta Anniku Waag og hoyra, hvussu gomul siðvenja og nýhugsan kunnu ganga hond í hond – og hví framtíðin hjá einari av elstu fyritøkunum í Føroyum framvegis verður bygd á somu grundhugsan, sum tá fyrsta ølið varð bryggjað.

 

Les alla søguna í Sosialinum hetta vikuskiftið.

 

Sosialurin fæst í leysasølu kring landið, og haldarar kunnu eisini lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

##med21##

##med22##

##med23##

##med24##

##med25##

##med26##

##med27##

##med28##

##med29##

 

Annika og Eina Waag eru fjórða og triðja ættarlið á Føroya Bjór. Myndir: Álvur Haraldsen

Annika og Eina Waag eru fjórða og triðja ættarlið á Føroya Bjór. Myndir: Álvur Haraldsen