Within the Salty Air er tað fyrsta staklagið av heildarverkinum From Harbour to Harbour komponerað av Onnu Katrin Egilstrøð til NJYD kvartett. Verkið er í tíggju satsum, har vatn sum hugtak hevur ein grundleggjandi leiklut.
Within the Salty Air snýr seg um eina vaksandi órógv yvir dálking, sum goymir seg í tí sum umgevur okkum og kemur inn í okkara kropp.
Lurta eftir Within the Salty Air
Útgivið 4. september 2026 av Plátufelagnum Tutl.










