Fýra fólk dripin í álopi á Ukraina í dag

Guvernørur heitir á sínar borgarar um at søkja sær skjól undan russisku álopunum í dag

Maðurin vinstrumegin er Ihor Taburets, guvernørur í ukrainsku Tsjerkasy-regiónini 

Ett russiskt dronuálop á Ukraina í dag hevur kostað fýra fólkum lívið.

 

Tað sigur guvernørurin í ukrainsku Tsjerkasy-regiónini, Ihor Taburets.

 

- Russisku álopini halda fram, leggur hann aftrat.

 

Ihor Taburets heitir á sínar borgarar um at søkja sær skjól undan russisku álopunum.

 

Hetta veit norska kringvarpið - NRK - at siga í dag.

 

 

 

 

 

 

 

Maðurin vinstrumegin er Ihor Taburets, guvernørur í ukrainsku Tsjerkasy-regiónini