Tað upplýsir bretska løgreglan sambært Reuters.
Menninir, sum eru 34, 39, 42 og 52 ára gamlir, vórðu funnir við stungusárum. Teir fingu fyrstu hjálp á staðnum og vórðu síðani fluttir á eitt traumamiðstøð. Enn er einki upplýst um, hvussu álvarsliga teir eru særdir.
Løgreglan upplýsir, at kvinnan er handtikin undir illgruna um at hava framt álop og havt eitt vandamikið amboð í varðveitslu.
Seinni upplýsti løgreglan sambært Sky News, at ein saksur er tikin á staðnum, og at fyrstu upplýsingar benda á, at hendingin hevur samband við sálarligar trupulleikar.
Sjúkrabilar og løgregla vórðu boðsend stutt undan klokkan 12.30. Eisini ein sjúkratyrla varð send á staðið, men teir fýra særddu vórðu fluttir við vanligum sjúkrabilum.
Hendingin fór fram á Endell Street, stutt frá Covent Garden, sum er eitt av mest vitjaðu ferðamannastøðunum í London og kent fyri handilslívið og gøtulistafólk.
Løgreglan arbeiðir framvegis við at kanna málið.











