Going For The One er bólkur úr Keypmannahavn, sum spælir melodiskan og sveimandi popprock.
Tær tríggjar Laura Pold, Lise Lotte Elmelund og Mia Olsen spæla í bólkinum, og tær hava júst havt eina nógv rósta framførslu á tungmálmsfestivalinum Copenhell.
Going For The One hevur síðani 2022 útgivið fangandi rocksangir við pumpandi rútmum, fangandi gittarriffum og fleirraddaðum sangi.
Bólkurin hevur við góðum konsertframførslum vunnið alt meira fram, og nú gera tær eitt rend til Føroya at spæla á Summar Festivalinum.
Tær spæla á Torginum hóskvøldið klokkan 21.











