Fyri Trump er Grønland persónlig fáfongd

Vón er um, at amerikanski politikkurin viðvíkjandi Grønlandi sum frálíður verður normaliseraður, tí Grønland er Trumpsa persónliga fáfongdarprojekt. Men viðvíkjandi NATO, so koma vit ikki aftur til tað, sum einaferð var. M.a. hetta var niðurstøðan á pallborðsfundi á UArctic Congress 2026 í dag um stórveldispolitikkin og ávirkanina á Grønland, Føroyar og Danmark.

Undir leiðslu av Heina í Skorini, lektara á Fróðskaparsetri Føroya, var pallborðsfundur fyrrapartin undir heitinum “Between Washington and Copenhagen: Greenland, the Faroes and the Future of the Danish Kingdom”.

 

Við borðið sat Niels Bjerre-Poulsen, seniorgranskari í amerikanskum viðurskiftum á Syddansk Universiteti. Gransking hansara snýr seg um politisku søguna í USA, amerikanska mentan, forsetaembætið og amerikanskan uttanríkispolitikk.

 

Hetta skrivar setur.fo.

 

Aaja Chemnitz var eisini við í pallborðsorðaskiftinum. Hon sat í mong ár á Fólkatingi, umboðandi Grønland, og var eisini limur í Inatsisartut; nú er hon í stýrinum fyri UArctic, umframt at hon arbeiðir í privata vinnulívinum sum ráðgevi.

 

– Eg fór úr politikki, tí beint nú hava vit minni brúk fyri tosi og meira fyri gerðum, sum hon segði.

 

Chemnitz er altjóða kend fyri síni mongu miðlasamrøður um ógvusliga amerikanska trýstið á Grønland, og so var hon eisini fyrr í ár í uppskoti at fáa friðarheiðursløn Nobels saman við amerikanska senatorinum Lisa Murkowski fyri miðvísa arbeiði teirra fyri at byggja álit og tryggja friðarliga menning í Arktis.

 

Tór Marni Weihe, ph.d.-lesandi í altjóða viðurskiftum á Fróðskaparsetri Føroya, sat eisini við pallborðið. Hansara gransking snýr seg eisini um trygdarviðurskifti okkara, og frammanundan er hann útbúgvin í politiskari filosofi og russiskum.

 

Søguliga stórur spenningur valdar, sum kunnugt, millum USA og Danmark, nú Trump í síni seinnu forsetasetu hevur skrúvað ógvusliga upp fyri sínum hóttanum um at taka Grønland. Spenningurin kann fáa stórar avleiðingar fyri ríkisfelagsskapin og sambandið millum Danmark, Grønland og Føroyar. Samstundis trýstið úr USA er uttan fyridømi, er ríkisfelagsskapurin eisini merktur av innanhýsis spenningi um sjálvstýri og sjálvsavgerðarrætti bæði í Føroyum og Grønlandi.

 

Eftir russisku innrásina í Ukraina og amerikanska trýstið á europeisk lond um at økja sítt íkast til felags trygdina hjá NATO, valdar púra nýggjur geopolitiskur veruleiki í Europa við stórum krøvum til størri játtanir til egna verju. Og Arktis er nú av álvara í trygdarmiðdeplinum og fer at verða tað í mong ár.

 

Tiltakið í dag var at greina ekspansiva appetittin hjá USA í Arktis bæði søguliga og nú, og síðani at meta um møguligar avleiðingar fyri ríkisfelagsskapin og sambandið millum Danmark, Føroyar og Grønland. 

 

Niels Bjerre-Poulsen helt, at nógv av tí, sum fer fram í amerikanska politikkinum viðvíkjandi Grønlandi, er torført at greina við vanligum akademiskum amboðum.

 

– Hetta er í stóran mun ein fáfongdarverkætlan hjá Trump. Tað er næstan vónleyst at royna at greina tað skynsamt, segði hann og vísti annars á, at USA søguliga altíð hevur sæð seg sjálvt sum eitt ekspanderandi stórveldi.

 

– Altjóða lóg er í stóran mun sett til viks í hesum kjakinum, og tað bleiv greitt frá byrjan, at hetta fór at leggja trýst á Danmark, segði hann.

 

Aaja Chemnitz helt tó, at amerikanska trýstið eisini hevði ført Danmark og Grønland tættari saman á summum økjum.

 

– Grønland og Danmark hava eitt serligt samband. Tað líkist einum eitt sindur dysfunktionellum hjúnalagi, kanska vit kunnu kalla tað fyri “friends with benefits”, sum hon skemtiliga tók til. 

 

– Men nú mugu vit fyrst finna út av sambandi okkara við Danmark, síðani okkara sambandi við Norðurlond og ES og ikki fyrr enn á fjórða plássi kemur samband Grønlands við USA, segði hon.

 

Chemnitz segði, at ríkisfelagsskapurin má dagførast og mennast – men varliga.

 

– Vit eiga at fokusera upp á gransking, útbúgving og mentan fyrst av øllum, og við denti á at byggja upp egnar førleikar. Við útbúgving kunnu vit styrkja landið saman við teimum røttu vinunum. Pengar koma jú altíð við motivum – eisini kinesiskir pengar, og tey motivini eru ikki altíð í okkara áhugam, segði hon.

 

Tór Marni Weihe staðfesti, at sambandið millum Føroyar og Danmark altíð hevur verið fløkt.

 

– Men vit síggja eisini eitt týðiligt skifti nú. Danmark fokuserar nógv meira upp á Arktis enn Miðeystur, sum annars hevur verið í danska miðdeplinum í mong ár. Samstundis má Danmark nú tosa við sterkari altjóða rødd uttan at traðka á Føroyar og Grønland, segði hann.

 

Hann helt, at størri semjan í Føroyum nú um at víðka okkara sjálvræði uttanríkis- og trygdarpolitiskt, og donsku útmeldingarnar um tað sama vísa, at broytingar kunnu gerast av støðu Føroya uttan stórvegis drama.

 

Niels Bjerre-Poulsen vísti eisini til eina ráðstevnu í Nuuk fyrr í vikuni, har nógv varð tosað um amerikanskar hernaðarligar ætlanir í Grønlandi.

 

– USA vil hava meira enn bara øki at virka á hernaðarliga. Amerikanarar vilja hava størri ræði yvir herstøðunum. Men USA fer ikki at fáa suverenitet yvir nøkrum í Grønlandi, segði hann.

 

- Tað er eitt mark, sum ikki kann brótast, segði hann.

 

– Meira samstarv er eitt, men lora verður ikki í suverenitetsspurninginum, segði hann.

 

Aaja Chemnitz tók undir við hesum.

 

– Vit mugu vera treisk og støðuføst. Og tað er týdningarmikið, at danska verjan vísir seg og er ordiliga sjónlig beinanvegin, og áðrenn amerikanarar fara at dubba, segði hon og vísti á, at 1000 herfólk fara at koma til Grønlands í ár, og at Grønnland eisini longu hevur fingið hernaðarløgreglu.

 

- Tí er tað so týdningarmikið, at samfelagsliga perspektivið fylgir við – ikki bara tað militera, segði hon.

 

Hon ávaraði eisini ímóti at trúgva, at skjót loysing hevði givið Grønlandi størri frælsi.

 

– Um Grønland gjørdist sjálvstøðugt í morgin, so høvdu bæði Kina og USA staðið har beinanvegin. Vit mugu læra av søguni, segði hon og nevndi, at fólk úr Virgin Islands høvdu ringt til sín við ávaringum um ikki at “selja seg til USA”.

 

– Trýstið frá Trump hevur eisini retraumatiserað nógv fólk í Grønlandi, millum annað offur fyri spiral-málinum, segði hon.

 

Tór Marni Weihe helt, at Føroyar og Grønland kunnu gagnnýta sína strategisku støðu nógv betur enn nú.

 

– Hvussu vit spæla okkara kort í hesum strategiskt týdningarmikla økinum, verður avgerandi. Men tað fer eisini at krevja nógv fleiri dugnaligar diplomatar, segði hann.

 

Hann vísti eisini á, at Føroya Løgting hevur samtykt føroyskan trygdarpolitikk, hóast málið formliga ikki er yvirtikið málsøki.

 

At enda vildi Heini í Skorini vita, um vit kunnu vóna, at viðurkiftini aftur verða normaliserað eftir Trump.

 

Tað ivaðist Niels Bjerre-Poulsen í.

 

- Ja og nei. Eg haldi framvegis, at Trump er persónliga trásettur av Grønlandi. Hann kallaði Grønland “a piece of ice” fimm ferðir í Davos. Hann vil hava æruna av at hava víðkað um amerikanskt landaøki. Hetta kann broytast aftan á Trump.

 

– Men tá tað snýr seg um NATO, so er nakað grundleggjandi broytt. USA tosar nú um NATO, sum um landið sjálvt ikki er partur av samgonguni. Tað hava limalondini í Europa fatað nú, og tí fara vit helst at síggja nógv sterkari europeiskt-kanadiskt samstarv komandi árini, segði hann.

 

At enda hevði Bjerre-Poulsen eisini eina meira skemtiliga viðmerking um Trump og hansara diplomati:

 

– Tað er næstan sum at liva í parallelum universum. Størsta vónin hjá mær er kanska, at vit øll finna út av at liva við hesum ymisku veruleikafatanunum, segði hann.

 

Kelda: setur.fo, og har eru eisini fleiri myndir at síggja.