Heilsustarvsfólk úr Dan­mark skulu hjálpa grøn­lendska heilsu­verki­num

Grønlendska landsstýrið, Naalakkersuisut, og Danske Regioner hava gjørt avtalu um eina nýggja stafett-skipan, sum skal tryggja fleiri starvsfólk til grønlendska heilsuverkið.

Størsta sjúkrahúsið í Grønlandi er Dronning Ingrid Hospital í Nuuk. Nú skulu donsk sjúkrahús hjálpa við starvsfólki til grønlendska heilsuverkið. (Arkivfoto: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix)

Skipanin merkir, at donsk sjúkrahús skulu hjálpa við at manna fulltíðarstørv í Grønlandi.

 

Tað upplýsir Danske Regioner í tíðindaskrivi.

 

Endamálið er at skapa størri støðufesti hjá sjúklingunum í Grønlandi og samstundis betri arbeiðsumstøður hjá starvsfólki og leiðslu.

 

Sambært avtaluni skulu donsk sjúkrahús senda starvsfólk til Grønlands í avmarkað tíðarskeið eftir einari stafett-skipan.

 

Næsta stigið verður nú at finna deildir á donskum sjúkrahúsum, sum vilja vera partur av skipanini.

 

Talan er millum annað um arbeiðsøki sum bráðmóttøkur, føðingar og psykiatri.

 

Tað verður sjálvboðið hjá starvsfólkunum á donsku sjúkrahúsunum at taka lut í skipanini.

 

Grønland hevur leingi havt trupulleikar við at fáa nokk av heilsustarvsfólki, serliga uttanfyri størstu býirnar.

 

Størsta sjúkrahúsið í Grønlandi er Dronning Ingrid Hospital í Nuuk. Nú skulu donsk sjúkrahús hjálpa við starvsfólki til grønlendska heilsuverkið. (Arkivfoto: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix)