Fyrimunir við flogvølli á Skorhædd

Serfrøðingur vísir á, at tríggir stórir fyrimunir eru við at leggja ein nýggjan altjóða flogvøll á Skorhædd og Eystnesi. Heili 40.000 fólk búgva innanfyri ein radius upp á 25 kilometrar, nógv vinnulív er í økinum, tað ber til at gera ein krossvøll, og heili seks kilometrar av lendi eru til at gera høvuðsvøllin á

Flogferðsla

 

Í einum fyrilestri mánakvøldið skjeyt flogvallaserfrøðingurin, Gilli Trond, kanningina sum Vinnumálaráðið bað Landsverk gera av flogvallaviðurskiftunum í Føroyum, niður sum óbrúkiliga. Í niðurstøðuni hjá norsku fyritøkuni, Asplan Viak, stendur, at Skorðhæddin er óegnað at leggja nýggjan flogvøll orsakað av turbulensi.

Gilli Trond vísir á, at norsku serfrøðingar koma við hesi niðurstøðu, uttan at hava spurt veðurserfrøðingar um hendan spurningin, og tí kann niðurstøðan als ikki brúkast, heldur flogvallaserfrøðingurin.

Hann kemur ikki við nakrari tilráðing um, hvørt tað er rætt at leggja flogvøllin har, tí fyrst má ein nágreinilig kanning gerast av lendisviðurskiftum á øllum teimum støðum, ið kunnu verða egnaði til nýggjan flogvøll, íroknað Skorhædd.

Gilli Trond sær tó nógvar fyrimunir við einum flogvølli í Suðureysturoy, sum liggur í økinum, har vindmyllurnar hjá Sev standa.

- Her úti á Eystnesi ber til at fáa ein krossvøll, og tað ger, at man oftari kann lenda ímóti ættini og tí ikki fær síðuvind. Afturat tí kann tað gerast ein sera langur vøllur upp í 3000 metrar við krossi upp á 2300 metrar. Talan er ikki um at fara í gongd við eina so stóra verkætlan, har tú flytir milliónir tons av gróti. Tekur tú Toftavatn sum miðpunkt, so liggur hetta økið sera sentralt í Føroyum, um tað kemur ein Skálafjarðartunnil. Tá eru stívliga 40.000 føroyingar, sum búgva innanfyri ein radius upp á 25 kilometrar, sum tekur 20 minuttir í bili. Víðari burtur úr hesum er, at tað liggur tætt við vinnulív ið hevur allar møguleikar út frá einum samfelagsbúskaparligum sjónarmiði. Tað kunnu verða lendi í Føroyum, ið eru betri egnaði, men tað má kannast nágreiniliga, eins og hetta staðið, sigur Gilli Trond.

Tú hevur ikki tikið støðu til, hvat stað er best egnað?

- Nei, so hevði eg gjørt sama feil, sum norðmennirnir gjørdu við at taka eitt stutt arbeiði og postulera ov nógv burtur úr tí. Glyvursnes er eitt stór flatt øki, og tað liggur tætt við meginøkið í Føroyum. Skorhæddin ger tað sama, serliga við einum tunli. Afturat tí kundi Nólsoy komið inn í myndina, og tað eru helst onnur vælegnaði øki, men hetta má kannast nærri. Ein so stór íløga í milliardflokki má kannast gjølla, áðrenn man fer í gongd, so man ikki ger lappaloysnir oman á lappaloysnir, ið vit til dømis hava sæð í nøkrum havnaútbyggingum í Føroyum.