Fyrireika teg til at selja teg sjálvan

Í morgin verður árliga Jobmatch-stevnan og sum undanfarnu árini verður hon í Norðurlandahúsinum. Vit hava prátað við nakrar av fyritøkunum, sum luttaka og seinastu dagarnar hava samrøðurnar ligið her á in.fo. Í dag práta vit við Vinnuhúsið.

 

- Fyritøkurnar eru á Jobmatch fyri at selja seg sjálvar sum arbeiðspláss, men tær halda eisini eyga við, hvørji fólk eru til tiltakið og hvørji hóska seg til eitt starv, sigur Jórun Gardar, ráðgevi í Vinnuhúsinum.

 

Vinnuhúsið er umboð fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag og ymisk onnur vinnugreinafeløg, sum halda til í Vinnuhúsinum. Soleiðis sæð er tað ikki ein fyritøka sum so, men fáur hevur betri innlit í føroyska arbeiðsmarknaðin enn júst Vinnuhúsið.

 

Á Jobmatch roynir Vinnuhúsið fyrst og fremst at knýta samband millum tey lesandi og føroyskar fyritøkur.

- Vinnuhúsið hevur havt bás á Jobmatch í nógv ár, tí vit halda, at báðir partar fáa nakað burtur úr tiltakinum. Vit halda, at tað er týdningarmikið hjá okkum at vísa andlit og at práta við lesandi, bæði í Føroyum og uttanlands. Endamálið hjá okkum á Jobmatch er at vísa, hvat føroyski arbeiðsmarknaðurin hevur at bjóða, sigur Jórun Gardar.

 

Eitt ítøkiligt amboð, sum Vinnuhúsið nýtir, er heimasíðan leinkjan.fo. Á henni kunnu fyritøkur skráseta ymiskar uppgávur, sum tey ynskja, at onkur lesandi loysir ella skrivar fyri fyritøkuna. Samstundis kunnu lesandi skráseta seg og seta seg í samband við fyritøkurnar.

- Á hendan hátt knýta vit samband millum tey lesandi og fyritøkurnar og geva teimum lesandi ein ítøkligan møguleika at arbeiða fyri fyritøkurnar, sigur hon.

 

Vinnuhúsið umboðar nógvar ymiskar vinnugreinar og tí er tað eitt gott stað at steðga til eitt prát.

- Vit umboða bæði handilsvinnu, KT-vinnu, samskiftisvinnuna, ali- og fiskivinnuna og nógvar aðrar, og kunnu tí greiða frá, hvørjir starvsmøguleikarnir eru innan nógvar ymiskar vinnur. Vit uppliva ofta, at fólk koma til okkara og spyrja, hvussu tey kunnu nýta sína útbúgving í Føroyum og so greiða vit frá og ráðgeva um eina møguliga starvsleið, sigur Jórun Gardar.

 

Hon sigur, at nógv fólk hava vitjað básin hjá Vinnuhúsinum hini árini.

- Hóast vit einki ítøkiligt starv hava at bjóða fólkum í ár, so greiða vit gjarna frá møguleikanum fyri starvsvenjing ella lestrarstørvum. Vit hava javnan lesandi í starvsvenjing og halda, at tað gevur bæði okkum og teimum nakað, sigur hon.

 

- Vit síggja, at Jobmatch gevur nakað til báðar partar. Tað er eitt upplagt høvi hjá arbeiðsgevarum at koma í prát við føroyingar, sum eru undir lestri, og fáa íblástur frá teimum. Fleiri fyritøkur enn nakrantíð áður hava teknað seg til í ár, og tað vísir, at fyritøkurnar halda, tað gevur meining at vera við og at nýta tíð upp á tiltakið, sigur Jórun Gardar.

 

Hon hevur trý ráð til tey lesandi, sum fara á Jobmatch:

- Fyrst, bílegg eitt JobPrát, so tað er klárt á tímatalvuni beinanvegin. Síðani, halt teg framat, set spurningar, ikki halda teg aftur. Fyritøkurnar eru á Jobmatch fyri at koma í prát við teg, so far yvir og práta. Og seinast, fyrireika teg til at fortelja, hvat tú dugir. Tað er eitt sindur óføroyskt, men fyritøkurnar vilja vita, hvat tú hevur at bjóða. Fyrireika teg tí til at selja teg sjálvan. Fyritøkurnar skulu selja seg sjálvar, men tær fylgja eisini við, hvørji fólk eru á stevnuni og hvørji høvdu hóska seg til teirra, sigur Jórun Gardar.