Fyrireikararnir fegnast um góðu undirtøkuna

Formaðurin í KT-felagnum, Robert Vilhelmsen, sigur, at góð 800 fólk vitjaðu KT-stevnuna í ár. Frálíku fyrilestrarhaldararnir gjørdu sítt til, at nógv fólk vitjaðu stevnuna.

- Vit eru ótrúliga væl nøgdir við stevnuna í ár. Vit høvdu nakrar frálíkar fyrilestrarhaldarar og nógv fólk hava vitjað stevnuna, greiðir formaðurin í KT-felagnum, Robert Vilhelmsen frá.
KT-felagið skipaði fyri stevnuni, sum verður hildin á øðrum hvørjum ári.
Í ár høvdu fyrireikararnir lagt seg eftir at fáa so dugnaligar fyrilestrarhaldarar sum gjørligt, og tað munaði væl. Bæði Carsten Graff og Preben Meyer savnaðu eina stúgvandi fulla útvarpshøll við hugtakandi fyrilestrum.
- Vit høvdu sett nøsina upp eftir 650 til 700 gestum, men eg vil meta, at eini 800 fólk hava vitjað KT-stevnuni í ár, og tað er einastandandi, vísir Robert Vilhelmsen á.

Røtt broyting
KT-felagið hevur í ár lagt dent á, at KT-stevnan fyrst og fremst var ætlað fólki, sum hava tilknýti til føroysku KT-vinnuna. Fyri tveimum árum síðan vóru tiltøk, sum eisini høvdu áhugan hjá almenninginum og ikki bert hjá vinnuni.
Luttakararnir á stevnuni í 2002 vóru ikki nøgdir við ta skipanina, tí teir mettu ikki, at vinnan fekk nóg stóra rúmd á stevnuni. KT-felagið tók atfinningarnar til eftirtektar og skipaði stevnuna øðrvísi í ár.
- Broytingin er avgjørt til tað betra. Luttakararnir siga, at teir hava fingið meira burturúr hesaferð og tað er sjálvsagt gleðiligt, sigur Robert Vilhelmsen
Hann heldur eisini, at fyritøkurnar hava gjørt meira burturúr á KT-stevnuni í ár enn fyri tveimum árum síðan.
-Tað tykist sum um luttakararnir hava arbeitt meira málrættað í ár, vísir formaðurin í KT-felagnum á.
Spurdur, um KT-stevnan verður skipað eftir sama leisti næstu ferð, svarar Robert Vilhelmsen, at tað er ov tíðliga at siga.
-Seinni í vikuni fáa vit eftirmælini frá luttakararunum og so vita vit nærri um luttakararnir eru nøgdar við núverandi leist, sigur formaðurin í KT-felagnum

Strævin vika
Robert Vilhelmsen hevði úr at gera í farnu viku. Tá vit hittu hann á máli sunnukvøldið var hann rætt og slætt útlúgvaður. Umframt at fyrireika KT-stevnuna, fyrireikaði Robert eisini flaggdagsrenningini hjá Bragdinum sunnudagin. Robert var ikki bert við í fyrireikingunum- hann rann eisini og endaði á 42. plássi.