Undan kappingárinum í donsku superliguni leigaði FC Fredericia málverjan, Ovie Ejeheri frá FC Midtjyllandi.
Men longu í øðrum dystinum hetta kappingarárið móti Silkeborg bleiv Ovie Ejeheri skaddur, og so vóru boð eftir Mattiasi H. Lamhauge at verja málið hjá Fredericia teir næstu fýra dystirnar. Mattias avrikaði væl, men er longu annar málverji aftur, tí enski Etienne Green, ið júst er lendur í Danmark er valdur framum føroyska landsliðsmálverjan.
Tí hevur FC Fredericia eisini sent Ovie Ejeheri retur til FC Midtjylland. Ovie Ejeheri væntast at vera uttanfyri við skaða í drúgva tíð.
Høvuðsvenjarin hjá FC Fredericia, Michael Hansen sigur við Fredericia Dagblad, at hann hevur tikið avgerð um, at Etienne Green verjir málið hjá Fredericia komandi tíðina. Nakað sum kann illa tulkast á annan hátt enn eitt misálit á føroyska landsliðsmálverjan, ið á ongan hátt hevur spælt seg av liðnum.