Franska løgreglan gjørdi eitt gott hál, tá hon steðgaði einum kenningi undir einari rutinukanning á tokstøðini, Gare de Lyon í París.
Tað vísti seg nevniliga, at maðurin hevði stór virðir uppi á sær, sum hann eitt nú krógvaði í einum sokki, sum hann hevði í undirbuksunum.
Í undirbuksunum fann løgreglan eina hálsketu fyri góðar 37 milliónir, oyralokkar fyri slakar 15 milliónir og ein ring fyri góðar sjey milliónir krónur.
Alt í okkara krónum.
Í kuffertinum hevði maðurin eisini ein vinkulslípara.
- Maðurin og fylgjari hansara eru væl kend her hjá okkum, sigur løgreglan við blaðið, Le Parisien, og tað er Verdens Gang sum endurgevur.
Franska løgreglan kannar nú, um tjóvarnir eru partur av einum bólki, sum fremur stuldur av slíkum slag.
Tað var í dag, at løgreglan bar tíðindini um tjóvaríið av virðislutunum, sum varð avdúkað á tokstøðini í franska høvuðsstaðnum.