Eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, hitti russiska forsetan, Vladimir Putin, í Alaska, tosaði Trump um trípartasamráðingar.
Amerikanski forsetin helt upp á, at ein fundur, har ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, var við, ikki skuldi verið so langt burtur.
Men, talsmaðurin hjá Kreml og ráðgevin, Jurij Usjakov, sigur við russiskt sjónvarp í dag, at ongar ítøkiligar ætlanir eru um fund millum teir tríggjar forsetarnar.
- Nú tosa øll um trípartasamráðingar millum londini, men eingin ítøkilig avtala hevur verið millum Vladimir Putin og Donald Trump um hetta, sigur Jurij Usjakov.
Sambært útlendskum miðlum hevur Kreml ikki avvíst henda møguleika, men Russland hevur sagt, at neyðugt er, at ein slíkur fundur er sera væl tilrættalagdur.
Bæði ukrainskir og evropeiskir leiðarar hava funnist at Russlandi fyri at draga út eina tilgongd um veruligar friðarsamráðingar millum londini.