Eina viku undan valinum til norska Stórtingið eru borgarligi vongurin og reyðgrøni vongurin púra javnir.
Tað skrivar norska TV 2 eftir veljarakanning hjá Verian.
Sum tað sær út, eru báðir veingirnir eins sannlíkir at vinna 84 tingsessir.
Í borgarliga blokkinum eru flokkarnir Venstre, Kristeligt Folkepartiet, Fremskrittspartiet og Høyre.
Í reyðgrøna blokkinum eru Miðflokkurin, Sosialistiski Vinstriflokkurin, Rødt, Umhvørvisflokkurin tey Grønu og Arbeiðaraflokkurin.
Bert tveir floksformenn hava lýst seg sum forsætisráðharravalevni á komandi vali, sum verður 8. september.
Tað eru Erna Solberg úr Høyre og Jonas Gahr Støre úr Arbeiðaraflokkinum.
Støre er sitandi forsætisráðharri í Noregi. Hann hevur staðið á odda fyri stjórnini síðani 2021.
Stjórnin var upprunaliga mannað við Arbeiðaraflokkinum og Miðflokkinum. Miðflokkurin fór tó úr stjórnini fyrr í ár, og harvið er Arbeiðaraflokkurin nú tann einasti í stjórnini.
/Ritzau/